Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

 

Matrikkulin, Kongsríki Danmarkar er;

land, sjógvur og lofthavið;

ei ráða egið land, tað kanska einki ger,

tá vælferðarmarglæti er fremsta kravi.

---

Føroyingar kjósa fólk í lóggávuting;

har fólkavald og umboð statsins halda til;

at umsita ríkidømi fyri drotning,

og síðani skipað lóg og landaskil.

---

Eru løgting og landsstýrið av heimastýrislóg sett í skák,

tó at fólk verða mett og væl sett,

soleiðis at virðis- og samleikarøddin er í mát,

og Føroyar byggja á beran tjóðskaparklett?

---

Ræði av sínum landi kunnu bert føroyingar taka;

vilji má tó vera til staðar;

tey ráðandi mugu sítt marglæti slaka,

og ikki bert hugsa um fullar magar.

---

Móðurmálið, Merkið og landafrøðin eru grundarlagið;

men uttan fólksins vilja og dirvi ber ikki til,

at skrivað tað tjóðskaparkvæði,

sum Føroyar til eitt frælst land gera vil.
 

Henrik Weihe Joensen
2. apríl 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo