Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Í sambandi við at Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, fer frá fyri aldur, verður almenn fráfaringarløta í Kongshøll 22. juni klokkan 15:00.

Hans Pauli Joensen byrjaði sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini í 1982, har hann fimm ár seinni, í 1987, bleiv deildarleiðari. Nøkur ár seinni, í 1993, bleiv Hans Pauli lektari, og í 2012 tók hann við sum ovasti leiðari á Náttúruvísindadeildini sum dekanur. Hetta starv hevur hann røkt til nú. Eisini hevur Hans Pauli Joensen verið vararektari á Setrinum.

Nú Hans Pauli Joensen leggur frá sær eftir at hava virkað og givið Náttúruvísindadeildini gott íkast í ein mansaldur, vilja vit á Fróðskaparsetrinum takka honum og siga farvæl við eini almennari fráfaringarløtu í Kongshøll, har høvi verður at fáa eitt gott prát og okkurt gott ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo