Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um Kommunulæknaskipanina.

Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin gjøgnumgingið játtanar- og roknskapartøl fyri Kommunulæknaskipanina fyri seinastu fimm árini. Eisini lýsir Landsgrannskoðanin lógargrundarlag o.a. reglur, og tær mannagongdir og innaneftirlit sum eru í sambandi við skráseting av læknaveitingum.

Seinast í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin sett upp hagtøl og greiningar av hagtølum um Kommunulæknaskipanina.

Frágreiðingin kann lesast her.

Í samdráttinum stendur millum annað:

Kommunulæknaskipanin er ein týðandi partur av heilsuverkinum, tí meginparturin av teimum, sum koma í samband við heilsuverkið, koma til kommunulækna. Tað er av stórum týdningi fyri samfelagið at hava eina vælvirkandi kommunulæknaskipan, ið hevur ein týðandi leiklut til tess at tryggja fólkaheilsuna í Føroyum.

Endamálið við hesari frágreiðingini er at lýsa, hvussu Kommunulæknaskipanin bygnaðarliga er sett saman, greiða frá roknskaparligu gongdini og frá virkseminum hjá læknunum. Eisini verður greitt frá, hvørjar leiklutir Heilsumálaráðið og Heilsutrygd hava.

Kommunulæknaskipanin er skipað við fleiri lógum, kunngerðum, sáttmálum og avtalum.

Kommunulæknaskipanin hevur verið gjøgnum fleiri broytingar seinastu árini. Skipanin var frá gamlari tíð býtt ímillum land, kommunur og sjúkrakassar, sum varðaðu av hvør sínum parti. Við árslok 2009 fór sjúkrakassaskipanin úr gildi, og almenna skipanin, Heilsutrygd varð sett á stovn.

Skipanin er tvíbýtt millum land og kommunur. Landið hevur ábyrgd av sjálvari Kommunulæknaskipanini, meðan skyldan at útvega viðtaluhøli við neyðugum innbúgvi, tólum o.ø., og at bera útreiðslurnar av rakstri og viðlíkahaldi liggur á kommunum.

Normeraðu kommunulæknastørvini í Føroyum eru 34 í tali. 1. september 2022 vóru 27 kommunulæknar í føstum starvi, harav 5 vóru í farloyvi ella sjúkrameldaðir.

Læknaviðtalur kunnu í mesta lagið hava 2.542 borgarar knýttar at sær. Kommunulækni kann nokta at taka ímóti nýggjum viðskiftafólkum, um talið av atknýttum borgarum fer upp um 1.600. Í oktober 2022 vóru í miðal 1.577 borgarar fyri hvørja læknaviðtalu.

Raksturin av Kommunulæknaskipanini er hildin á fleiri játtanum. Samlaða játtanin til Kommunulæknaskipanina, Heilsutrygdarveitingar og aðrar veitingar er økt støðugt øll árini, í 2018 var hon 67,5 mió.kr. og í 2022 var hon 99,3 mió.kr., sum er ein hækking upp á 47%. Størsta hækkingin er til Heilsutrygdarveitingar, tær hækkaðu 23,3 mió.kr. frá 2018 til 2022, ella 46,9%.

Meginparturin av útreiðslunum til Kommunulæknaskipanina er grundløn til kommunulæknar í føstum starvi. Útreiðslurnar til lønir eru hækkaðar 8,9% árini 2018 til 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo