Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 073/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um fíggjarpolitiskt haldføri

Fyrispurningurin var soljóðandi:
- Hevur landsstýrið lagt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu fíggjarliga haldførið hjá tí almenna kann betrast, vísandi til nýliga framløgdu haldførisfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum?

- Um ja, hvørji mál/nýskipanir er ætlanin at arbeiða við og seta í verk?

- Um nei, hví fyriliggur ongin ætlan, og nær verður ein ætlan gjørd?

- Hvørja støðu hevur landsstýrið til álvarsliga innihaldið og fíggjarligu útlitini fyri føroyska samfelagið, sum verða lýst í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum?

- Hvørjum tilmælum tekur landsstýrið undir við í haldførisfrágreiðingini frá Búskaparráðnum, og hvørjum tilmælum tekur landsstýrið ikki undir við?

Svar:
Til spurning 1

Av níggju høvuðsmálum, sum samgongan hevur sett í samgonguskjalið, er tað fyrsta at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu fíggjarstýringini, og hvørt ár røkka nærri málunum fyri langtíðarhaldførinum í búskapinum.

Samgongan er eisini samd um, at allur okkara politikkur skal vera fult fíggjaður. Tað merkir, at vit kunnu einans fremja vallyftini so hvørt sum vit hava funnið fígging til tey.

Harumframt hava vit eisini bundið okkum til í samgonguskjalinum, á hvørjum ári at taka miðvís stig, sum tryggja, at vit røkka langtíðarjavnvágini í búskapinum.

Til spurning 2
Nú nýggja haldførisgreiningin er løgd fram í hesum mánaðinum, fer landsstýrið sjálvsagt at viðgera greiningina í størsta álvara. Tey tilmæli, sum Búskaparráðið er komið við, eru sjálvsagt partur av politisku viðgerðini.

Landsstýrið hevur avtalað við Búskaparráðið og Landsbankan at fáa eina framløgu av frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, og verður hendan í næstum.

Til spurning 3
Tilmælini frá Búskaparráðnum verða sjálvsagt partur av víðari politisku viðgerðini.

Hvørjum tilmælum landsstýrið tekur undir við er ov tíðliga at siga enn.

Frágreiðingin vísir, at tørvur er at taka stig at betra um haldførið. Undirskotið yvir tíð er so mikið stórt, at broytingarnar mugu eisini gerast yvir fleiri ár. Talan er um langsiktað mál, og samgongan vil tí fegin gera breiða politiska semju um hvørji átøk skulu fremjast.

Nevnast kann í hesum sambandi, at Landsbankin hevur bjóðað allari politisku skipanini til framløgu um haldførisgreiningina í mars. Hetta verður eitt gott grundarlag fyri politiskum samráðingum millum politisku flokkarnir.

Í Tinganesi, 31. januar 2024
Aksel V. Johannesen løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo