Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tvær ferðir hetta valskeiði hevur Framsókn lagt uppskot fyri tingið, um at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk.

Manglandi lógarverk á økinum letur í alt ov stóran mun upp fyri  møguleikanum at føra ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk.

Serliga í góðum tíðum ber til at brúka meira pening enn gott er, tí tað vísir seg sjáldan, fyrr enn tíðirnar aftur venda, at javnvág ikki er ímillum inntøkur og útreiðslur.

Aftur og aftur verða vit í frágreiðingum frá Fíggjarmálaráðnum og Búskaparráðnum mint á haldførisavbjóðingina í føroyska  búskapinum. 

Serliga tá val nærkast, síggja vit, at útreiðslurnar hava lyndi at vaksa ógvusliga, kanska tí tað er størri politiskur vinningur í at brúka pengar, heldur enn at spara pengar. Sagt við øðrum orðum, loysir tað seg ikki altíð politiskt at føra ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.

Vit síggja haraftrat, at uttan mun til hvør situr í stjórn, megna tey ikki at halda tey fíggjarligu málini, tey seta sær sjálvum, tí stórt trýst  á  vælferðartænastur uttan nakað bindandi útreiðsluloft hevur við  sær,  at fíggjarliga haldførið skeiklast.

Hetta er greið ábending um, at okkum manglar fíggjarpolitiskt regluverk, sum gevur politisku skipanini eina eintýdda fatan av faktuellu fíggjarstøðu landsins, og sum samtíðis kann styrkja álitið á landsins fíggjarstýring.

Nú Búskaparráðið hevur víst á tørvin, fer Framsókn enn einaferð at leggja uppskot fram um at seta í verk fíggjarligt regluverk.

Kanska tað eydnast hesa ferð, nú tað er skorið so ítøkiliga út í papp.

Ruth Vang
Forkvinna í Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo