Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

HSF: Framsýning av handarbeið, mótashow, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 13. februar.

Skeiðið á Húsarhaldsskúla  Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.

Framsýning í ár verður eitt sindur øðrvísi, sum naka nýtt  verður  livandi verkstaður, har møguleiki er  at síggja næmingar gera ymisk handaligt arbeið. Á framsýningini fara næmingarnir at skipa fyri eina mótasýning  við klæðum frá  frá Bláa Krossi.

Áhugin fyri endurnýtlsu  og matoyðsl er alsamt vaksandi og er hettar eisini nakað, sum Húsarhaldsskúlin  varpar ljós á.

Við  endurnýtslu fáa  klæðini nýtt og longri lív. Við at endurnýta eru vit eisini við til at hjálpa hvør øðrum og kunnu læra at fegnast um, at onnur fáa gleði av tí sum vit ikki longur hava tørv á, og øvugt.

Paulina Eliasen læarari á skúlanum ferð at greiða um týdning av handarbeiði og hvussu vit vekja áhuga fyri handverkinum millum ung.

Á framsýningini verður  høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa okkurt leskiligt  undir góman  afturvið einum góðum kaffimunni.

Eisini er opið hús har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin frá kl. 16:00 til 21:00
Mótasýning er kl. 17.00, 19:00 og 20:00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo