Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin 16. oktober letur upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Jákup Lervig  sýnir fram akryl málningar. Myndatilfarið er fjølbroytt, og fevnir um naturalistiskar, naivar og abstraktar málningar.

Jákup hevur seinnu árini brúkt stóran part av frítíðini uppá hettar ítriv, og hevur luttikið í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum nú í fleiri ár. Jákup hevur áður fleiri ferðir verið við á Ólavsøkuframsýningini, á framsýningum í Smiðjuni í Lítluvík og hjá Lions Club í Müllers Pakkhúsið.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. oktober kl. 14, og er opin til og við týsdagin 20. oktober. Opið er allar dagar kl. 14-19, tó er opið leygardagin kl. 10-19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo