40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ingálvur av Reyni (1920-2005) er ein av okkara bestu og mest viðurkendu listafólkum, og var ein undangongumaður innan føroysku listina. Hann hevði millum annað eina slóðbrótandi abstrakta framsýning í 1961, sum slóðaði fyri listini, ið vit kenna í dag.

Long tíð er liðin síðani nøkur framsýning hevur verið við myndum eftir Ingálv, og hansara verk eru ikki løtt at fáa hendur á. Tó hevur nú eydnast at gera eina góða og spennandi samling av hansara verkum, ið øll fara at vera til keyps á framsýningini. Talan er bæði oljumálningar og tekningar.

Ferniseringin verður í Williamsstovu fríggjadagin 7. oktober kl. 16. Tala og sangur verða, og leskandi og søtt til góman. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo