- Hækkandi rentur verða ein størri váði. Men vit vænta framvegis eitt avkast, tað ið eftir er av árinum, sigur BankNordik í sínum "Markets Update" tíðindabrævi.
Samanlagt eru úrslitini væl betur enn væntað hjá fyritøkunum hjá einum av stóru vísitølunum, tí amerikanska S&P500, har 443 av fyritøkunum nú hava latið inn roknskap.
- Tískil síggja vit, at bjartskygnið sum vit væntaðu í byrjanini av árinum, nú sæst aftur í roknskapinum hjá fyritøkunum, stendur millum annað í tíðindabrævinum hjá BankNordik.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo