Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Á nýggjárinum fór nýggja Fólkaheilsustýrið at virka. Eitt endamál við Fólkaheilsustýrinum er at fyribyrgja og upplýsa um vandar og skaðilig árin av ymsum slagi.

Spurningurin er so, um SSP-ráðgevingin hevur eina framtíð fyri sær sum sjálvstøðug eind.

- Tað er ein góður spurningur. Sjálv sakni eg at fáa meiri at vita um uppgávurnar og ætlanirnar hjá Fólkaheilsustýrinum. Okkum tørvar eina greiða útmelding, hvat Fólkaheilsustýrið fer at leggja dent á, og hana vænta vit at fáa, sigur Súsanna í Króki.

Hon vísir á, at SSP-ráðgevingin longu er partur av ABC-verkætlanini, sum fyrr lá undir Fólkaheilsuráðnum og hevur til endamáls at menna og styrkja um sálarheilsuna. Men á nýggjárinum fór Fólkaheilsuráðið í søguna og er nú partur av Fólkaheilsustýrinum. Og tí bíðar SSP-ráðgevingin eftir nærri kunning um, hvørjar ætlanir liggja í kortunum.

Súsanna í Króki og Daisy Iversen eru samdar um, at tørvur framhaldandi verður á SSP sum sjálvstøðugari ráðgevandi eind.

- Tað er rætt, at fleiri stovnar arbeiða við trivnaði og sálarheilsuni hjá børnum og ungum. Men tað er eingin, sum hevur eitt so javnt og gott og beinleiðis samskifti við skúlarnar, sum vit hava. Tí hava vit ein greiðan fyrimun og meta, at tørvur framvegis verður á SSP-ráðgevingini, sigur Daisy Iversen.

Í fleiri ár var Óli Rubeksen einsamallur SSP-ráðgevi, men hann er nú farin úr starvi.

SSP-ráðgevingin varð í 2022 víðkað til tveir ráðgevar, men í løtuni er bara annar ráðgevin á skrivstovuni, tí Súsanna í Króki er farin í barnsburðarfarloyvi. Arbeitt verður við at fáa annað fólk at røkja starvið, meðan hon er í farloyvi.

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo