Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar trupulleikar. Í hálunum vóru skásett 21 ymisk fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki.

Nógv av bæði hýsu og toski var at fáa, tó var nøgdin av toski minni enn somu tíð í fjør. Grunna økið varð raðfest fyrst á túrinum, tískil er útbreiðsluøkið av toski og hýsu væl umboðað, men møguliga er nøgdin av toski og hýsu nakað yvirmett, av tí, at djúpu økini ikki eru kannað. Toskurin var nakað rak í mun til onnur ár, men magakanningarnar vístu kortini, at væl var etið av nebbasild.

Les túrfrágreiðingina við at trýsta her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo