40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmur, sum vit kenna hann í dag, bleiv til í París um jóltíðir í 1895, tá brøðurnir Lumière fyri gjald við dyrnar vístu film uppá eitt lørift í Grand Café.

Seinni bleiv Hollywood stóra miðstøðin fyri filmsgerð, stjørnum og framleiðarum, kanska tí at Hitler gjørdi tað trupult hjá listarfólki at arbeiða í Evropa.

Í listarliga oddinum vóru tó javnt og samt fronsk nøvn, sum málarasonurin Jean Renoir og leikarin Jean Gabin í 1930’unum, og teir báðir Marcel Carné og Jacques Prévert, sum undir krígnum gjørdu meistaraverk við frámerkinum poetisk realisma.

Í 1959 tók nýggja franska filmsbylgjan, La Nouvelle Vague, seg upp við Jean-Luc Godard, François Truffaut, Claude Chabrol og Alain Resnais. Fyrsti filmur hjá Godard var ”À bout de souffle” við Jean-Paul Belmondo, sum bleiv ein darling í biografunum í Havn.

Franska bylgjan, sum bygdi á italska neorealismu, kveikti ungar leikstjórar um allan heim, seinni eisini Nils Malmros í Danmark. Nú varð loyvt at halda kamera í hondini, at klippa jump cut, sum Georges Méliès hevði gjørt longu í 1908 og at brúka ein púra subjektivan frásøguvinkul.

Mest radikali rebellurin, ið onkur skýrdi ein intelektuellan popkulturellan relativist, var júst Jean-Luc Godard, sum eisini eydnaðist at gera filmslistagreinina sjónliga og at selja atgongumerki, so hvørt hann gjørdi tíðarrbundnar provokerandi og aktiverandi filmar til biografarnar.

Mest kenda Godard-søgan er um journalistin, sum eftir at hava sæð ein film, hann ikki skilti petti av, spurdi leikstjóran, um filmurin ikki skuldi havt eina byrjan, ein bul og so ein enda? Jú, segði Godard, men ikki neyðturviligia í hasi røðini, tú nevnir!

Í so máta kann Godard í arbeiðshátti berast saman við danska Cobra listamannin Asger Jorn, ið vil aktivera áskoðaran og aldri elva til eskapismu og dølskni.

Godard kann sigasta at hava ávirka filmslistafólk sum Léos Carax og Quentin Tarantino.

Í 1960’unum hevur Filmsfelagið víst klassiskar filmar hjá Godard í Havnar Bio.

Nýggjasti Godard filmurin, sum hevur verið vístur í Filmsfelagnum, er ”Prénom Carmen”, um eina kvinnu, sum í samtíðini ferðast natúrliga millum løgreglumenn, terroristar og bankaránarar. Tann filmurin varð vístur í Sjónleikarhúsinum síðst í 1980’unum.

Í 2011 fekk Godard ein heiðurs Oscar fyri “Passion. For confrontation. For a new kind of cinema.” Hann fekk tilsamans 51 virðislønir og var í 76 førum í uppskoti at fáa virðislønir fyri film, hann hevði gjørt.

Mamma Godard var úr Sveis, har hann doyði í dag, 91 ára gamal. Pápin var franskur lækni.

Birgir Kruse, formaður Filmsfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo