Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Búskaparráðið metti á vári 2021, at tørvur fer at verða á 1.000 fleiri starvsfólkum innan eldrarøkt, áleið 100 fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til sjúkrahúsverkið, og nærum 800 eyka starvsfólk til almannaverkið komandi árini. Hetta er metti starvsfólkatørvurin, áðrenn eina møguliga stytta arbeiðsviku.

Demografiska gongdin í Føroyum við veksandi tali av eldri fólki hevur við sær, at tørvurin á millum annað eldrarøkt og sjúkrarøkt økist í framtíðini, og sostatt veksur starvsfólkatørvurin eisini innan hesi økir. Øktur livialdur og broytingar í aldurssamansetingini í búfjøldini er eitt altjóða fyribrigdi. Flestu lond í vesturheiminum hava somu demografisku avbjóðingar sum Føroyar, við vaksandi tali av eldri fólki. Hesi lond fara somuleiðis at mangla arbeiðsmegi. Tí verður kappingin um arbeiðsmegina enn størri í framtíðini.

Sambært kanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag mangla føroysku fyritøkurnar 220 starvsfólk sum nú er, og privati arbeiðsmarknaðurin fer at mangla 750 starvsfólk komandi 5 árini. Sambært kanningini fáa fyritøkurnar ikki loyst allar sínar uppgávur, tí trot er á arbeiðsmegi, og tað merkir í roynd og veru, at føroyski búskapurin ikki fær tann vøksturin, ið hann annars hevði fingið, um atgongd var til arbeiðsmegi.

Líkt er til, at trotið á arbeiðsmegi verður ein trupulleiki mong ár fram. Búskaparráðið metir, at tað er neyðugt at politiska skipanin fremur nýskipanir, sum økja um arbeiðsútboðið hjá føroyingum. Kortini eru ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna, sum minkar um arbeiðsútboðið.

Lægri arbeiðsútboð kann viðføra, at tað verður alsamt torførari at veita tær somu vælferðartænasturnar, sum vit hava í dag, tá talið av teimum, sum hava tørv á hesum vælferðartænastum hækkar. Í síðsta enda er avleiðingin av varandi starvsfólkatroti, at framleiðslan í landinum, og harvið vælferðin, verður minni, enn hon kundi verið. Politiska skipanin eigur at fremja tiltøk, ið eru við til at økja um arbeiðsútboðið í Føroyum.

Í hesum høpi er ikki skynsamt at hava serskipanir, sum geva skattligan fyrimun at arbeiða uttanlands. Tí er tað eitt stig á røttu leiðini, at politiska skipanin hevur tillagað skattareglurnar fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands, men Búskaparráðið er av tí fatan, at allar serskattaskipanir, sum eggja fólki at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum, eiga at vera avtiknar.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo