At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Sambandsflokkurin fegnast um, at Fríðgerð Heinesen stillar upp til løgtingsvalið fyri flokkin.

Fríðgerð Heinesen er fødd í 1961 og er uppvaksin og búsitandi í Leirvík.

Fríðgerð hevur skrivstovuútbúgving og hevur lisið innan búskap, umsiting og politikk. Hon hevur arbeitt sum bókhaldari og skrivari innan privata og almenna geiran, bæði burturi og her heima.

Fríðgerð hevur verið í kommunalpolitikki í nógv ár og var borgarstjóri í Leirvíkar Kommunu 2005-2009 og síðan býráðslimur í Eysturkommunu.

Hví stillar hon upp til løgtingsvalið?:

- Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki og havi við tíðini fingið royndir og innlit, sum eg meti eisini kunnu verða til gagns fyri onnur, ... sigur Fríðgerð Heinesen.

Hennara hjartamál eru:

- Varðveita og nútíðargera vælferðarsamfelagið

- Reka ein skilagóðan búskaparpolitikk, sum skal tryggja okkara vælferðarsamfelag, nú og í framtíðini

- Góðar og greiðar karmar til eitt fjøltáttað vinnulív

- Grundleggjandi vælferðartænasturnar, sum eru neyðugar, verða raðfestar ovast

- Heilsuverkið og eldraøkið skal raðfestast, og tað er umráðandi og hevur skund at skapa karmar fyri neyðugari fakligari arbeiðsmegi á økinum

- Fólkapensiónin skal fylgja lønarlagnum í samfelagnum

- Skapa tryggar umstøður hjá børnum og ungum í hesum ótryggu tíðum

- Verkætlanir, sum eru í gongd, og harav avleiddar ætlanir, skulu gerast lidnar fyrst

- Raðfesta vanligt viðlíkahald, so sum bygningar, landsvegir og tunlar

- Neyðugt er at hava eitt stað at búgva. Vit skulu skapa karmar fyri góðum, fjølbroyttum bústøðum, har pláss er fyri øllum og har fólk kunnu trívast

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo