Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nýggja nevdin og fráfarandi formaðurin. Ovast frá vinstru: Sigert Patursson (nýggi nevndarformaðurin), Thorvald Lützen (fráfarandi nevndarformaður) , Ólavur Andreasen (nýggjur nevndarlimur) Niðast frá vinstru: Janus Joensen, Eynar Martin Kjærbo og Niels J. Absalonsen

MBM: Broytingar vórðu gjørdar í nevndini umframt, at vælumtóktu virðislønirnar fyri mest fyrimyndarliga mjólkaframleiðari og best røktaða fjós vórðu latnar.

Vit løgdu fyri við einari gávuhandan til okkara grannskoðara Jógvan Amonson, ið fer frá fyri aldur.

Nevndarformaðurin, Thorvald Lützen, handaði Jógvani eina gávu sum tøkk fyri gott samstarv.

Thorvald Lützen hevur verið nevndarformaður í MBM síðani 2015, og valdi ikki at stilla upp aftur í ár.

MBM takkar Thorvaldi fyri eitt gott og gevandi samstarv, og vit ynskja honum og familju hansara blíðan byrð.

Ein nýggjur nevndarlimur skuldi nú finnast og valið fall á Ólav Andreasen.

Nýggja nevndin hevur skipað seg av nýggjum við nýggjum nevndarformanni:
- Sigert Paturson, nevndarformaður.
- Eynar Martin Kjærbo
- Janus Joensen
- Niels J. Absalonsen
- Ólavur Andreasen

Vit síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv við nevndina.

Virðislønir ið vóru latnar:
Virðislønir fyri mest fyrimyndarliga mjólkaframleiðari.
3. Virðisløn fekk Varmakelda og Janus Joensen tók ímóti heiðurslønini.
2. Virðisløn fekk Sólgarður og Eyðun Wang tók ímóti heiðurslønini.
1. Virðisløn fekk Fjósið á Viðareiði og Rói M. Absalonsen tók ímóti heiðurslønini.

Best røtkaði garður 2021
Fjósið á Viðareiði fekk heiðursbrævið fyri best røktað garð.
Heiðursbrævið varð handað Niels Absalonsen.
Virkisleiðari okkara, Tony Weyhe, handaði virðislønirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo