Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Miðflokkurin: Á fundi í Miðflokkinum í vikuni skipaði nýggja nevndin seg eftir landsfundin í decembur.

Nevndarformaðurin, Rani Skaale varð afturvaldur, meðan Mia av Kák Joensen varð nývald sum næstformaður og Aksel Kambsskarð Berg sum nýggjur skrivari. Nývaldur í nevndini er Markus Mortensen, umboð fyri UfM, ungmannafelag floksins. Jenis av Rana heldur fram sum peningarøkil og Rósa Tyril Gaardlykke sum nevndarlimur.

Á fundinum varð m.a. avgerð tikin um at bjóða finska parlamentsliminum og læknanum Paivi Rasanen á vitjan í Føroyum. Paivi er í tveimum førðum vorðin fríkend fyri ákærur um haturstalu. Finski ákærumynduleikin stendur aftanfyri ákærurnar, sum m.a. byggja á, at Paivi í bókum, talum og viðmerkingum, við Bíbliuni sum grundarlagi, hevur vart hjúnasambandið sum verandi millum kvinnu og mann.

Fyrsta fríkenningin hennara var av einum lægri økisdómstóli í 2022, ákærumyndugleikin kærdi til appeldómstólin í Helsinki, sum í novembur 2023, eisini her við øllum atkvøðum dómstólsins, fríkendi hana.

Saman við Paivi varð finski lutherski bispurin, Juhana Pohjola eisini fríkendur fyri somu ákæru, haturstalu. Hann var ákærdur, tí hann longu í 2004 hevði givið út ein bókling, sum Paivi hevði skrivað um sama evni.

Frídøming teirra verður mett sum ein stórur sigur fyri talufrælsið, og hóast ákærumyndugleikin enn einferð hevur appelerað, verður ikki mett, at tað fer at eydnast at fáa Paivi dømda.

Finska vitjanin verður frá 16. til 18. februar. Har verður høvið at hoyra, spyrja og møta Paivi á fundum, sum verða nærri lýstir fyrst í februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo