Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kringvarpið hevur ein sera stóran og týðandi leiklut í okkara samfelag, og sjálvandi skal okkara tjóðarmiðil hava bestu kor. KVF hevur ein grundleggjandi týdning fyri okkara tíðindaflutning, mentan, mál og søgu eins og DR í Danmark, BBC í Onglandi, RÚV í Íslandi, NRK í Norra o.s.fr.

Allir íbúgvar í Føroyum yvir 24 ár rinda í dag hvønn mánað fyri KVF, men hví skulu tey, sum eiga eina lítla fyritøku, rinda tvær ferðir?

Hví skal ein lítil fyritøka rinda ein eykaskatt fyri at fíggja Kringvarpið, tá bæði eigari, starvsfólk og kundar øll longu hava rindað fyri tað?

Um ein lítil fyritøka hevur trý-fýra fólk í starvi og rindar eina millión í lønum um árið, skal hon rinda 7.000 kr. í kringvarpsgjaldi. Tað er næstan 600 krónur um mánaðin – og tá hevur eigarin longu rindað 150 kr. eins og vit øll onnur.

Harafturat er sera lítil munur á, hvat lítlar og stórar fyritøkur rinda í kringvarpsgjaldi. Sum sagt, ein fyritøka, sum rindar eina millión í lønum um ÁRIÐ, rindar 7.000 kr., meðan ein fyritøka, sum rindar eina millión í lønum um MÁNAÐIN ella VIKUNA, rindar 12.000 kr. Ongin fyritøka – uttan mun til stødd – rindar meira enn 12.000 kr. Hasin lítli munurin gevur lítla meining – og straffar enntá stórar fyritøkur, sum reka virksemi sítt í fleiri feløgum heldur enn í einum.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki leggja ov nógvar fótonglar fyri okkara smáu vinnurekandi, og at vinnan ikki endiliga skal vera eitt stað, har vit altíð leita fyrst, tá pengar mangla í.

Eitt annað, sum kanska átti at verið endurskoðað, er, um almennir stovnar framhaldandi skulu rinda gjald til KVF, sum jú eisini er ein almennur stovnur. Tað, sum man onkursvegna ger, er at flyta pengar frá einum almennum stovni til ein annan almennan stovn. Úr einum lumma í ein annan. Og hetta kostar sjálvandi nógv í umsiting – hesum havi eg sjálvur royndir við í mínum arbeiði.

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at virka fyri, at kringvarpsgjaldið hjá smáum fyritøkum verður lækkað og á tann hátt rakar smáu eigararnar meira skynsamt.

Óli Jákup Jacobsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Um meg:
Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6 ár, 4 ár, 2 ár og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo