Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

22. mai – 8. desember 2023

Nú fórst tú besti vinur vár
um lívsins evsta skarið,
í sút og sorg vit fella tár
for lív títt, sum er farið.

Men eftir tær er minnisslóð
við megnarverkum stórum,
sum spruttu um teg, hvar tú stóð
og sang við tínum kórum.

Tú málaði ta glaðu verð
við duldum og við kendum,
við pensli tókst tú oss á ferð
á lívsins listalendum.

Tú yrkti mangt á bundnum mál,
var søguskald í prosa,
tú nam við okkar innstu sál,
tú fekk oss øll at brosa.

Tú smíðaði mangt tónalag,
fekk nótatekn at tala,
tú virkin vart hvønn lívsins dag,
fekk lívið sjálvt at spæla.

Vit takka tær for tað, tú var,
for lív títt her á foldum,
for brá og bros, tú okkum bar,
sov sælur blítt í moldum.

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo