Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ístaðin fyri at koyra prísin upp kann framleiðarin eisini koyra minni í pakkan enn vanligt - sonevnd "shrinkflation".

Men tað vil ein fronsk handilsketa nú ávara kundarnar ímóti. Tað verður gjørt við at seta skelti upp við tær vørurnar, har minni er í pakkanum, enn tað plagdi at vera.

Hetta skrivar The Guardian.

Risafyritøkur sum Netle, PepsiCo og Unilevera brúka allar háttin, men kundarnir hjá Carrefour fáa í framtíðini at vita, tá tað er hent.

Skeltini kunnu til dømis hava hetta orðaljóðið: "Henda vøran hevur minnni vekt ella mongd en áður, soleiðis hevur framleiðarin vaksið um prísin á vøruni."

Carrefour sigur við The Gardian, at til dømis Lipton íste, sum verður framleitt av PepsiCo, nú inniheldur 1,25 litrar ístaðin fyri 1,5 litrar, sum var vanligt. Harvið er prísurin hækkaður við 20 prosentum.

Carrefour hevur nærum 4.000 handlar í Frankaríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo