Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Alzheimerfelagið: Fullsett var í Løkshøll til stóra tiltakið, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í samband við at altjóða Alzheimer dagur var 21. September. 

Byrjað var við, at Naina Túgvustein, forkvinna, greiddi frá verandi støðu í Føroyum og komandi avbjóðingum. 900 fólk í Føroyum eru rakt av demenssjúku, og harvið eru eisini fleiri enn 2000 avvarðandi, sum mugu tillaga gerandisdagin eftir tørvinum hjá tí demensrakta.

Væntandi verður talið av borgarum við demenssjúku nærum tvífaldað í 2040, og fer at nærkast 1600. Tað fer at hava við sær stórar avbjóðingar fyri bæði borgarar við demensi og familjum teirra, um demenssjúkur ikki fáa hægri raðfesting í samfelagnum enn í dag.

Avvarðandi fáa týðandi leiklut
Barbara Egilstrøð ph.d. og granskari hevði áhugaverda framløgu um, hvussu avvarðandi uppliva gerandisdagin við demenssjúku. Familjan fær stóran umsorganarleiklut, ið gerst altavgerandi fyri trivnaðin hjá tí demensrakta. Tí er umráðandi, at avvarðandi verða tikin við uppá ráð, tá politiskar avgerðir skulu takast, bæði um demensøkið og í gerandisdegnum hjá teimum myndugleikum og stovnum, sum familjurnar hava samband við. Barbara vísti eisini á, at leikluturin sum avvarðandi er sera avbjóðandi, og sum tíðin gongur, gerst familjan alsamt meiri isolerað við hús. Avvarðandi fáa tekin um strongd og tunglyndi, og støðan kann ávirka bæði kropsliga og fíggjarliga. 

Hetta gjørdist eisini greitt við hjartanemandi práti, sum Lív Mikkelsen hevði við avvarðandi, sum við egnum royndum kundu vátta, at hjálpin er avmarkað og einsemið stórt. Men eisini at dagtilboðini eru góð, og veita týdningarmikið innihald í gerandisdagin hjá teimum, sum eru rakt av demensi.

Dentur var lagdur á, at tað starvast nógv dugnalig starvsfólk á demensøkinum, sum gera stóran mun fyri demensraktar familjur. Hesi starvsfólk eiga at vera við til at mynda demensøkið.

Demenssamskiparar skulu hava øktan leiklut
Í samrøðuni við tey avvarðandi kom tó eisini fram, at nógv avvarðandi standa einsamøll við teimum avbjóðingum, sjúkan hevur við sær í gerandisdegnum. Tí er umráðandi, at familjurnar hava ein demenssamskipara ella kontaktpersón, sum kann ráðgeva og hjálpa gjøgnum sjúkugongdina.

Í teimum eldrasamstørvunum har slík skipan virkar væl, eitt nú í Roðanum, er hon ein stór hjálp. Tíverri vantar skipan við kontaktpersónum framvegis kring alt landið. Eisini vanta tilboð og aktivitetir til heimabúgvandi, sum eru væl fyri og ikki hava tørv á dagtilboðið.  

Markamótið millum land og kommunur er ongin fyrimunur
Á pallborðskjaki við umboðum fyri bæði land og kommunur kom fram, at skipanin við 67 ára markmóti, er ongin fyrimunur fyri borgarar raktir av demenssjúku. Nevnt var, at tað ber ikki til at kroysta borgarar við demenssjúku inn í fyrisitingarligar soyluskipanir, sum ikki taka atlit til áhaldandi økta tørvin á hjálp, so hvørt sum sjúkan versnar.
Umboð fyri Almannaverkið vísti á, at demensøkið er eitt lutfalsliga lítið arbeiðsøki hjá Almannaverkinum. Tað eru umleið 30 borgarar undir 67 ár, ið eru raktir av demenssjúku. Tí er avbjóðingin hjá Almannaverkinum at tryggja fakliga dygd og fjølbroytni í tilboðum.

Mett var ikki, at tað er skynsamt at spreiða fakkunnleikan og tilboðini yvir fleiri geirar.

Nevnt var eisini, at tilboðini eiga at vera eins, óansæð aldur og hvar í landinum ein býr, men at tað er ringt at stýra, tá ymiskt er, hvussu kommunur raðfesta fíggjarliga, og borgarar undir 67 ár vísa til Almannaverkið.

Ein niðurstøða var tí, at land og kommunur eiga at samstarva um at endurskoða skipanina av demensøkinum.

Fá tilboð til borgarar undir 67 ár
Almannaverkið vísti eisini á, at ongin serstøk umlætting er til borgarar undir 67 ár, sum eru raktir av demensi. Tí keypir Almannaverkið umlættingarpláss frá eldrasamstørvunum. Tó er trupult at fáa pláss í løtuni.
Heldur ongin serstøk búpláss eru til hendan aldursbólkin, og hesi fáa tí búpláss á ellis- og røktarheimum. Hendan støðan er als ikki nøktandi.

Tó vóru eisini jaligar søgur, og greiddi Unn Justinussen, leiðari av demenstænastuni í Roðanum frá teirra tilboðum, sum eru skipaði eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum, og sum hevur víst seg at virka væl. 

Neyðugt at varpa meiri ljós á demens
Samanumtikið var komið til, at neyðugt er at ítaluseta avbjóðingar í samband við demenssjúku, fyri at skapa størri vitan og størri virðing fyri hesum sjúklingabólki í samfelagnum.

Hetta hevur Alzheimersfelagið eisini roynt at gera, og kundi í gjárkvøldið vísa fram nýggja heimasíðu, www.alzheimer.fo har endamálið er at savna vitan um demens í Føroyum.

Somuleiðis varð avdúkaður ein vakur minnisbonkur við áskriftini “Gloymsk, men ikki gloymd”.  Fleiri verða framleiddir, sum koma at standa ymsastaðni kring landið, við endamáli at varpa ljós á demenssjúkur.

Fleiri kommunur hava longu stuðlað og keypt ein ella fleiri beinkir.

Kommunur, ið hava áhuga í einum bonki, kunnu venda sær til Alzheimerfelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo