

FYNDIN: – Tað er ein spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg eri sloppin at hava ábyrgdina av, sigur Ditte Mathilda Joensen, nýggjur blaðstjóri á Fyndini.
Fyndin er blaðið til tey eldru, har dentur verður lagdur á at siga søgur um lívið sum eldri, góðar søgur, avbjóðingar, fyrimunir, upplivingar, ymiskt lív, gullkorn, vitan, heilsu og mangt annað.
Blaðið hevur 4 ár á baki, og kemur út 4 ferðir um árið. Til ber bæði at halda blaðið og at keypa tað í sølubúðunum kring landið.
– Tann vitan og vísdómurin, sum ofta hoyrir til hjá teimum eldru er gull verd, og tað kennist sum ein framíhjárættur at kunna vera við til at siga frá hesum. Eg gleði meg at vera við til at mynda og menna blaðið, at fara í dýpdina í ymiskum evnum, og siga frá góðum og áhugaverdum søgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo