Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikasambandið: Easter Cup er altjóða B-kapping í estetiskum fimleiki, og føroysk lið plaga at vitja hesa kapping dúgliga. Í ár eru ikki færri enn tíggju lið úr Fimleikafelagnum Støkk, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið og Havnar Fimleikafelag við í smágentu- og gentubólkunum.

Fríggjadagin var innleiðandi kapping, og flestu føroysku liðini kláraðu seg væl.

Seks føroysk smágentulið
Í smágentukappingini vóru 17 lið, og seks av teimum vóru føroysk.

Besta føroyska liðið í smágentukappingini gjørdist  Team Nova úr Havnar fimleikafelag, sum endaði á einum 5. plássi aftan fyri tvey lið úr Finnlandi og tvey úr Estlandi. Nummar 6 gjørdist Team Nava úr Støkk og hesi bæði liðini koma tí víðari til finalurnar sum vera í morgin leygardagin.

Sjálvt um hini smágentuliðini kláraðu seg betri enn øll tey donsku liðini til dømis, sleppa tey ikki í finaluna, tí bert tvey lið úr hvørjum landi koma víðari til aðru rundu.

Tvey lið úr Ljósinum í finaluna
Í gentukappingini vóru eisini 17 lið við úr Finnlandi, Estlandi, Danmark og úr Føroyum. Fýra føroysk lið úr Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag vóru við, og tá innleiðandi kappingin var av, komu Team Norma og Team Ara úr Ljósinum víðari í finaluna á ávíkavist 5. og 7. Plássi.

Eisini her vóru tað finnar og estar, ið fóru við fýra teimum fremstu plássunum. Eitt danskt lið liggur millum Norma og Ara, men við einari góðari framførslu í morgin kann Ara lættliga fara framum, tí tær eru bert 0.05 stig aftanfyri danska liðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo