Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Tiltøk

Innsent: Jákup Reinert Hansen heldur fyrilestur um Mikkjal á Ryggi í Kaldbak hóskvøldið 22. oktobur kl. 20.

So verður aftur boðið til fyrilestur í Kaldbakshøllini.

Í fyrilestrinum hesaferð hoyra vit, hvussu Mikkjal á Ryggi væl upplagdur lýsir tær fýra árstíðirnar her á landi í náttúru, arbeiðslívi og trúarlívi. Trivið verður í nakrar av hansara sangum og sálmum, og áhoyrararnir sleppa eisini sjálvir at taka lut í felagssangi.

Jákup Reinert Hansen er lektari á Fróðskaparsetri Føroya og hevur viðgjørt Mikkjal á Ryggi bæði í fyrilestrum, greinum og útvarpssendingum. Í 1994 gav hann saman við Heina F. Petersen út "Mikkjalsbók" á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Myndin av Jákupi Reinert Hansen er tikin frammanfyri gamla Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har Mikkjal á Ryggi búleikaðist og virkaði tey seinastu 11 árini av lívi sínum. Seinastu árini var hetta partur av Føroya Studentaskúla í Hoydølum.

Fyrilesturin er sjálvandi ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #