Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og kommunurnar í Vágum um kvøldskúlaundirvísingina í føroyskum sum annaðmál er fyrimyndarligt og riggar avbera væl.

Mánakvøldið fingu 14 kvinnur í Vágum handað prógv í føroyskum sum annaðmál, og tað var hátíðarhildið á hugnaligari samkomu í skúlanum í Sørvági.

Talan er um tveir flokkar, sum hesaferð hava lokið prógv, og tær flestu hava staðið próvtøkurnar á stigi tvey og stigi trý.

Undirvísarar hava verið Petra Olsen, Ragnhild Olsen og Maiken S. Gaard, og tær lata væl at næmingunum, sum trúliga hava gingið til regluliga undirvísing.

Undirvísingin í Vágum er skipað í tøttum samstarvi millum Tórshavnar kommunu, Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum.

Talan er um eitt samstarv, sum hevur riggað avbera væl og er til stóra gleði og gagns fyri bæði tilflytarar og kommunurnar í Vágum, siga Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

- Vit fegnast stórliga um samstarvið. Skuldu kommunurnar í Vágum lyft uppgávuna einsamallar, hevði talan verið um eina sera stóra avbjóðing. Men tað er eingin orsøk at uppfinna tann djúpa borðiskin einaferð aftrat, siga borgarstjórarnir og sipa til væl skipaðu undirvísingina á Tórshavnar Kvøldskúla.

Borgarstjórarnir í Vágum vóru við til hátíðarløtuna mánakvøldið og heiðraðu borgarunum, sum hesaferð hava lokið prógv.

Í sínum røðum róstu borgarstjórarnir tilflytarunum fyri at vísa góðan hugburð at læra og tosa føroyskt. Tey løgdu millum annað dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at tilflytarar, sum koma til Føroya, ikki halda seg aftur av ótta fyri at gera mistøk, men frítt skulu tora at tosa á føroyskum.

Borgarstjórarnir í Vágum halda, at tað er skyldan hjá landi og kommunum at skapa so góðar karmar sum gjørligt til undirvísing, sum er ætlað og stílað tilflytarum.

Tí fegnast tey um, at málið um lestrarstuðul til teirra, sum læra føroyskt sum annaðmál, er reist á tingi.

Tað er Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum í skúlamálum ein fyrispurning um lestrarstuðulin.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur í svari til fyrispurningin, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við málinum.

Tað var Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði prógvini í Sørvági mánakvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo