Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 052-126/2022 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, um trygd í sambandi við bústaðarbygging

Spurningurin var soljóðandi:
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir at lóggeva soleiðis, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privat fólk, eisini skulu stilla fíggjarligar trygdir?

Svar:
Undirritaði ætlar sær í næstum at fyrireika lóggávu um eina løggildingarskipan til handverksmeistarar. Samstundis er ætlanin, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið leggur til rættis eina meistaraútbúgving til handverksmeistarar.

Krøvini til teirra, sum bjóða uppá og standa fyri byggiverkætlanum í Føroyum, eru ikki í samsvari við herdu fakligu krøvini til bygging, sum ásett eru í byggilógini og bygningskunngerðini.

Tí kann væntast, at ein løggildingarskipan og ein meistaraútbúgving til handverksmeistarar fara at hava positiva ávirkan á byggigóðskuna og harvið trygdina hjá kundunum.

Spurningurin um komandi løggildingarskipanin ella onnur lóggáva á byggiøkinum eisini skal krevja, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privatfólk, skulu seta fíggjarliga trygd, er hvørki viðgjørdur í samgonguni ella umrøddur við avvarðandi partar (tryggingarfeløg, handverksmeistarar, brúkaraumboðið o.o.). Eg eri kortini sannførdur um, at spurningurin eigur at verða kannaður nærri.

Í dag kunnu partar, sum gera avtalu um eina byggiverkætlan, avtala eina fíggjarliga trygd. Um avtalan verður gjørd eftir standardskjali ABF06, so eru har ásettar treytir um fíggjarliga trygd.

Sambært treytunum í ABF06 er trygdin galdandi í 5 ár eftir avhendan av arbeiðinum. ABF06 og onnur viðkomandi skjøl síggjast í yvirliti, sum Handverksmeistarafelagið hevur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tað er eitt yvirlit yvir reglur og avtalur, undir hesum brúkaraavtala, ábyrgdarskjal og arbeiðstakarasáttmáli, sum eru galdandi fyri byggivinnuna.

Um byggifyritøkur og privatfólk gagnnýta møguleikan at avtala fíggjarliga trygd, tá ið talan er um at byggja sethús, er heldur óvist.

Í Danmark er eitt krav um byggiskaðatrygging ásett í donsku byggilógini, og endamálið er at verja keyparan fyri stórum útreiðslum, sum kunnu koma av feilum og manglum í sambandi við bygging av bústøðum. Kostnaðurin á tílíkari byggiskaðatrygging er vanliga umleið 1,5% av byggikostnaðinum.

Eg fari at kanna málið nærri og finna útav, hvørjir møguleikar eru at taka til, so reglurnar á økinum koma bæði borgarum og samfelagnum til góðar - og at borgarin í mest møguligan mun er tryggjaður, um trupulleikar eru, antin undir bygging ella tá arbeiðið er liðugt.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. juni 2023
Høgni K. Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo