Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag átalar grovu ákærurnar hjá formanninum í Starvsfelagnum í Degi og Viku í gjárkvøldið um starvsviðurskiftini í partafeløgunum hjá tí almenna á privata arbeiðsmarknaðinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er sáttmálapartur við Starvsfelagið í sáttmálunum um Føroya Tele og Posta. Starvsfelagið má virða, at fyritøkurnar virka á privata arbeiðsmarknaðinum, og at somu reglur ikki eru galdandi sum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men at starvsfólkini hinvegin njóta aðrar ágóðar, samstundis sum tey hava varðveitt fleiri av treytunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Innlitslóg og fyrisitingarlóg eru ikki galdandi á privata arbeiðsmarknaðinum og eru ikki fortreytin fyri góðum starvsviðurskiftum. Tað eru hinvegin góð samrøða og virðing millum partarnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvir 40 sáttmálar við á leið 20 fakfeløg, og størsti parturin av arbeiðsfjøldini í Føroyum er á privata arbeiðsmarknaðinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag kennir ikki atfinningarnar hjá formanninum í Starvsfelagnum um trupul starvsviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum aftur. Tað er ein royndur lutur, at privati arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður, ósemjurnar eru fáar, og at starvsfólkini arbeiða undir góðum og tryggum viðurskiftum, hóast fyrisitingarlógin ikki er galdandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo