

Betri Banki: 11. januar 2021 komu nýggjar reglur í gildi í ES. Tær áseta, at allar fyritøkur í ES skulu nýta 3D Secure.
Um fyritøkurnar ikki eru tilmeldaðar 3D Secure, so verður keypið hjá kundanum avvíst, hóast kundin er tilmeldaður 3D Secure.
Hvat skulu kundar gera?
Kundar, ið eru tilmeldaðir 3D Secure og verða avvístir, skulu seta seg í samband við fyritøkuna og siga frá, at teir kunnu ikki gjøgnumføra keypið orsakað av 3D Secure.
Hvat skulu fyritøkur gera?
Fyritøkur skulu seta seg í samband við teirra netkeypsveitara (t.d. Nets) fyri at fáa hetta í rættlag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo