Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya fimleikasamband: Leygardagin, 27. januar 2024, verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn.

Fýra feløg hava meldað luttøku við heili 20 liðum og 140 íðkarum. Feløgini, ið eru umboðað í kappingini eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Í alt koma 6 pinkulið at kappast, 6 smágentulið, 4 gentulið, 2 unglingalið og 2 kvinnulið.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Ongin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp kl. 12.00, og atgongumerkini kosta 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við.

Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo