Fyrrverandi forsetin Ricardo Martinelli, sum hevði ætlað sær comeback næsta ár, er dømdur til yvir tíggju ára fongsul fyri hvítvasking.
Martinelli (71) var forseti í landinum frá 2009 til 2014. Sambært dóminum skal hann inn at sita í tíggju ár og átta mánaðir, og harumframt gjalda eina bót á 19 milliónir dollarar.
Martinelli er dømdur fyri at hava flutt um 44 milliónir dollarar yvir í fleiri skuffufeløg. Partur av pengunum var so brúktur at tryggja sær størri vald í miðlafelagnum Editora Panama America, sum stuðlaði hansara politisku linju, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo