Um eina viku fara ísraelsku veljararnir á val. Tað verður fyrstu ferð síðani yvirgangsatsóknina 7. oktobur, at tey fáa høvi at vísa, hvat tey halda um Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, sum hevur sitið við valdið síðani 2009, undantikið ein steðg uppá átjan mánaðir.
Men á hesum valinum er ein sterkur avbjóðari komin. Tað er fyrrverandi aðalstjórin Gadi Eisenkot.
Meðan Netanyahu hevur umleið tríati ára politiskar royndir, er Eisenkot nýggjur. Hann kom upp í politikk í 2022, og stovnaði sín flokk í fjør.
Flokkurin hjá honum eitur Yashar, og gevur boð um nakað, sum nógvir ísraelar tykjast ynskja: eitt alternativ til Netanyahu.
ערב טוב מודיעין🇮🇱 בעוד 6 ימים בוחרים בקלפי ׳דרך׳ חדשה וטובה לישראל - ומנצחים! https://t.co/gkXnbJC3yZ
— Gadi Eisenkot - גדי איזנקוט (@gadi_eisenkot) October 21, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



