Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður ælaveður allan dagin. Ættin verður ímillum vestan og útsynning, upp í ein strúk og hitin 6 stig allan sólarringin.

Týsdagurin verður eisini vátur við regni og ælingum, serliga tíðliga og seint á degnum. Hann byrjar við vesturætt men fer síðani eysturum um middagsleitið, tá er vindurin eisini minstur, annars upp í strúk í vindi allan dagin og hitin 5-6 stig.

Mikudagin sum frálíður bert gul av ymsum ættum, ælaveður fyrrapartin sum verður avloyst av sólglottum seinnapartin, hitin ímillum 5 og 7 stig.

Hósdagin gul av ymsum ættum, tó mest av lágætt, turt men skýggjað og hitin 4-5 stig.

Fríggjadagin frískar hann vindin av norði ella útnyrðingi, turt og kanska sólglottar mitt á degnum, hitin um fýra stig.

Næsti leygardagur verður góðveður, høgætt, stilli og kalt, sunudagin nakað lýggjari og sum frílíður uppí hvassan vind ella skriv av vestri og regn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo