Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Á G! sleppa føroyingar endiliga at uppliva Jazzygold á palli, nýggju tónlistarligu verkætlanina hjá Jasmin Mote. 

Síðan Jasmin Mote um árskiftið legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artista navn Jazzygold, hava vit fingið frálíka staklagið Boring Like Me, og frálík ummæli á festivalum uttanlands, men onga konsert á heimavølli. Tí eru nógvir fjepparar av ársins songkvinnu 2020, ið sama ár stóð á odda fyri ársins útgávu, ið kunnu gleða seg.

Men hetta er bert ein byrjan, tí Jazzy hevur arbeitt við nýggjum tilfari í tvey ár, og er nú klár at bergtaka heimin. 

Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. 

Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rødd, og sæst í tekstum og visuals. 

Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals, nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo