Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-132/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um vetrarferiu.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at skipa fyri vetrarferiu komandi skúlaár?
2. Hvussu er ætlanin at skipa hesa vetrarferiu?

Svar
Til 1: Eg eri komin somikið langt í fyrireikingunum, at eg vóni og vænti, at henda broyting kemur í gildi skúlaárið 2024-2025. Tískil kunnu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku 7 á vetri 2025.

Til 2: Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í 7 vikur. Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir.

Eg meti, at tað fer at koma væl við hjá okkara næmingum í fólkaskúlanum, at teir fáa ein viku vetrarfrí. Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin. Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum.

Samstundis eri eg av tí fatan, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long, at hetta er eitt heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo