Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað gongur rættan veg við grøna orkuskiftinum í Føroyum, tað sigur Heri Mortensen, deildarleiðari hjá SEV, við KvF í kvøld. Hann segði, at samanum tikið, so hevur fyrsti ársfjórðingur í ár verið 70% grønur.

SEV skrivar á heimasíðuni, at tá tími jarðarinnar, Earth Hour, var í gjár, so var framleiðslan í Suðuroy 100% grøn og í meginøkinum 90% grøn.

- Eins og undanfarin ár heldur Sev eyga við, um framleiðslan fellur hendan tíman. Í ár vóru fólk eins røsk at sløkkja og í fjør. Elnýtslan minkaði 3 MW, sum er tað sama sum í fjør. Higartil er 2020 tað árið, har flest sløktu. Tá minkaði framleiðslan 4,78 MW tímar jarðarinnar, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum vanligum húsarhaldi, sigur SEV á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo