Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

BSF: Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini annan páskadag. Heili tríggir leikarar vunnu sær finalupláss á fyrsta sinni: Fai Yin Wong, Rúni Øster og Sanna Thorkildshøj, øll úr HBF.

Tað eydnaðist Miriam í Grótinum, HBF, at endurvinna finalusessin við at vinna á unga stjørnuskotinum Ranju Joensen úr KBF í tveimum settum í tí einu hálvfinaluni. Seinna settið bleiv sera spennandi, har 14 ára gamla Ranja førdi tað mesta av settinum, men til síðst kom Miriam á odda og vann 22-20.

Bæði Wong og Rúni Øster hava hvør sær áður luttikið og vunnið FM finalu í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, men hetta er fyrstu ferð, at teir báðir skulu dystast um FM heitið í einmansleiki hjá monnum. Sanna Thorkildshøj luttekur á fyrsta sinni í eini FM finalu, tá hon leygardagin skal spæla ímóti verandi føroyameistaranum í einmansleiki, Miriam í Grótinum.

Mikudagin verða innleiðandi dystirnir í tvímansleiki, meðan síðstu finaluluttakararnir í blandaðum tvímansleiki verða funnir fríggjakvøldið. Hetta verður eisini í Badmintonhøllini í Havn.

Leygardagin frá klokkan 10 verða finalurnar í Kontrast FM leiktar í Høllini á Hálsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo