Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

KRISTFEST: 13. apríl 2024 verður tónleikafestivalurin KRISTFEST aftur í Nesvík, og fyrstu nøvnini verða kunngjørd í næstum. Millum fyrstu nøvnini eru útlendsk nøvn, nýggj føroysk nøvn og nøvn, sum hava verið á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár. Og við hesum eru vit fegin um at kunna kunngerða, at Katrin á Borg trínur á pall á í Nesvík 2024!

Katrin á Borg er singer/songwriter, og við sínari vøkru og kraftmiklu rødd syngur Katrin á Borg sangir, sum hon sjálv hevur skrivar bæði orð og løg til.

Í 2016 gav Katrin sítt fyrsta staklag út, men hennara tónleikaraleið byrjaði langt áðrenn hetta. Katrin hevur sungið heilt frá barnaárum, fyrst í barnakóri, í kirkjuni, í ymiskum bólkum og so hevur hon eisini staði fyri ungdómskóri, alt hetta áðrenn hon í 2006 fór til Noregs og tók bachelor i utøvende musikk á Høgskolen i Staffeldtsgate.

Katrin hevur útgivið eina ep og fleiri stakløg. Hennara stílur er pop, soul, jazz og gospel.

Kristfest hevur fingið nýggja heimasíðu. Meira kann lesast um festivalin á kristfest.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo