Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroe Dive: Mánakvøldið 11. juli avgreiddu seks kavarar endaligu royndina, innan slangukaving, á føroyska vinnukavaraskúlanum.

Vinnukavararnir eru teir fyrstu, ið avgreiða slíka útbúgving í Føroyum.

Kavararnir hava valt at eftirútbúgva seg, tí teir ynskja at menna sínar førleikar og økja um sínar arbeiðsmøguleikar.

Krøvini, ið verða sett vinnukavarum gerast eisini alsamt strangari innan bæði alivinnu, byggivinnu og skipavinnu.

Slangukavarar hava møguleika at avgreiða uppgávur, ið lættir kavarar ikki kunnu loysa t.d. sveisa, skera, brenna, bora, slípa o.s.fr. við amboðum, ið fáa orku av vatnskorpuni.

Á myndini síggja vit næmingar, lærara og próvdómara eftir royndina. Frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærara, Bent Tommy Vang, Torkil Zachariassen, Vilhelm Hansen, Hera Mørkøre, próvdómari, Magna J. Hansen, Tummas Kjærbo, Johan Nilssen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo