Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Eitt hitt stórsta føroyska satsið úti í heimi í løtuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey framførdu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser. Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á føroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framførsla, at hon brýtur málslig mørk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA eru tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge er tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og sum vit nevndu í tíðindaskrivi fyrr í hesi vikuni, er Dania O. Tausen tilnevnd til næstan allar hinar FMA'arnar í ár.

Føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur, higartil er greitt, at Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør spæla á G! 2024.

Aggrasoppar er sjeynda og seinasta føroyska navnið, ið G! kunngerð hesa vikuna, gleði tykkum til týsdagin, tá vit fara aftur til føstu kunngerðartíðina týsmorgun kl. 9.00, og avdúka enn eitt navn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo