Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Fyrispurningur um skannaratilmæli
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í sambandi við stórfingnu gávuna, Tesla MR-skannaran, ið Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið?
2. Um ja, hvør verður settur í hendan arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmælið. Frá hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild verða tey?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at niðurlaga sergreinar/førleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
5. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin í nýggja skannaranum, og sær hon nakra framtíð fyri honum á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
6. Hvør er munurin á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu?
Viðmerkingar:
Klaksvíkar sjúkrahús fekk, sum flestu okkara vita, eina stórfingna gávu, ein spildurnýggjan framkomnan Tesla MR-skannara frá vinnulívsfólki í Klaksvík og Eysturoynni.
Ein skannari, sum stórur tørvur er á, og sum kann gera stórt gagn hjá nógvum fólki.
Vit mugu gera alt fyri at stytta bíðitíðina. Fólk doyggja hvønn dag av krabbameini.
Eftir øllum sólarmerkjum at døma, so er hendan gávan komin sera dátt við hjá landsstýrinum.
Serliga hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Margit Stórá.
Hon vil ikki treytaleyst taka ímóti gávuni, hóast móttakarin, Klaksvíkar sjúkrahús, tekur ímóti gávuni við opnum ørmum og sær tørvin og stórar møguleikar. Landsstýrismaðurin vil hava eitt tilmæli, um gávan kann móttakast.
Sambært heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum eru fólk vælkomin at geva Landssjúkrahúsinum gávur.
Tey kunnu flyta pengar á eitt uppgivið kontunummar, og gávur til Landssjúkrahúsið kunnu avgreiðast við deildarleiðara ella depilsleiðara.
Á heimasíðuni stendur onki um gávur til Klaksvíkar sjúkrahús.
Nú sýnist tað sum, at ein gáva til Klaksvíkar sjúkrahús er komin sera illa við hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.
Henda støðan hjá sitandi landsstýri móti Klaksvíkar sjúkrahúsi fyllir rættiliga nógv hjá íbúgvunum norðanfyri.
Teir mugu tí fáa greitt at vita, hvat landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar við Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi 4. mei 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo