Poul Jespersen, Poul hjá Jaspuri (Poul á Hólum í Hvalba), abbi mín, var føddur 25/2 í 1879. Sama dag, sum hann fylti 45 ár, tann 25. februar í 1924 fyri júst hundrað árum síðan, fekk hann skipsboð. Saman við soninum, Jógvan Sofusi, sum tá var 19 ára gamal, og 17 øðrum monnum fór hann til Íslands við skipinum General Gordon, TG 638. Skipari var Poul í Búð, sum var ættaður úr Hvalba og búði á Tvøroyri. Leiðin gekk á Suðurlandið, og har hvarv skipið. Dimmalætting skrivar um vanlukkuna 28. juni í 1924. Um skipið verður sagt, at tað var ”Et stort skib, regnet for både godt og stærkt, sporløst forsvundet”. General Gordon, sum var tveymastrað slupp, merkt 76,2 ft. og 87,24 brt., var bygd í Brixton (í Onglandi) í 1884. Mortensens handil hevði keypt hana úr Lysekil (í Svøríki) árið fyri. Hon var skrásett 23.03.1923. Skipið hevði ein lítlan motor, men seglini vóru framvegis álitið.
Við Gordon sjólótust 19 mans. Hetta sama árið fórust tvey onnur skip, Anna av Toftum við 17 monnum og Sjóriddarin úr Vági við 8 monnum. Summar bygdir hava verið so hart raktar av missi á sjónum, at tað er ilt at skilja, at tær yvirhøvur eru komnar fyri seg aftur. Tað, sum gjørdi hesa vanlukkuna við Gordon so eyka syrgiliga, var óvissan. Fólkið visti einki. Samskiftismøguleikarnir vóru ikki sum nú. Skipið hvarv bara. Tey vónaðu til tað seinasta, men at enda máttu tey eftirsitandi staðfesta, at teir komu ikki aftur.
Í bókini ”Havið tók teir” nevnir Óli Jacobsen allar teir, sum fórust við General Gordon: Poul Michelsen í Búð, skipari, 32 ár, giftur, 3 børn, úr Hvalba, búði á Tvøroyri. Johan Klæmint Karl Christiansen, 18 ár, Tvøroyri. Ewald Norðberg, 22 ár, Hvalba. Poul Johannes Ludvig, 19 ár, Hvalba. Poul Jespersen, 45 ár, giftur, 9 eftirsitandi børn, Hvalba. Jógvan Sofus Jespersen, sonur Poul Jespersen, 19 ár, Hvalba. Jákup Eliesar Herluf Axelvold, 16 ár, Hvalba. Jóan Jákup Frederik Poulsen, 35 ár, giftur, 9 børn, Hvalba. Dánjal Jákup Jensen, 36 ár, giftur, 3 børn, Hvalba. Niels Petur Poulsen, 29 ár, giftur, 2 børn, Hvalba. Meinhard Ludvig, 17 ár, Hvalba. Jens Ludvig, 25 ár, 1 barn, Hvalba. Niels Jákup Michelsen, 27 ár, Hvalba. Gunnar Frederik Dalbert Vang, 18 ár, Froðba. Mortan Leo Petersen, 19 ár, Froðba. Jákup Mathias Jacobsen, 20 ár, Froðba. Emil Frederik Martin Heinesen, bestimaður, 24 ár, Sumba. Símun Johan Vang, kokkur, 32 ár, giftur, 1 barn, Fámjin. Óli Petersen, 42 ár, Skálavík.
Anna Maria sat eftir einkja við 9 børnum
Poul hjá Jaspuri var giftur við Annu Mariu (1878-1960), fødd Joensen úr Hvalba. Tey áttu 10 børn, 5 døtur og 5 synir, so nú maðurin var deyður og ein sonur, sat Anna Maria einsamøll eftir vit 9 børnum, sum tó øll komu væl undan. Tað yngsta var bara 4 ára gamalt. Tað fall á pápa mín, Dánial Johan Jespersen (1911 1995), at stíga í faðirs stað. Tað passaði so við aldrinum. Hann var bara 13 ára gamal, hevði eldri beiggjar, sum vóru til skips, umframt yngri systkin. Eg havi hoyrt fastrar róst honum, hvussu hugagóður hann tók við ábyrgdini. 15 ára gamal fór eisini hann til skips, við deyðsiglara.
Pápi segði mær, at henda dagin, 25. februar í 1924, tá ið skipið kom av Tvøroyri eftir hvalbingunum, sum skuldu fara við, vóru hann og bróðirin Jógvan Sofus og fleygaðu nátar. Teir vóru í einum plássi nevnt í Torvuni í Nesinum. Jógvan hevði fleygað 11 fuglar, tá ið hann fór at fáa sær ein bita. Pápi setti seg tá við stongini og fekk ein fugl afturat. Tá kom pápi teirra, Poul, við boðum um, at skipið var komið.
Trøðin man hava verið teimum hent
Poul fekk eina trøð um heystið í 1923. Sýslumaðurin Kristian Djurhuus, sum hevur verið ungur tá, kom av Tvøroyri at leggja tvær traðir inn. Hetta var 23. oktober í 1923 sambært skeytiprotokollini hjá sorinskrivaranum. Hann var í búna við fjallstavi í hond. Hetta, at traðir skuldu leggjast inn, líkaði ikki bóndunum. Pápi segði, at ein bóndi henda dagin hevði rikið neytini á staðið til at mótmæla. Har plagdu neyt annars aldri at seta sínar kleyvar. Kristian læt tó ikki við seg koma, men gjørdi sítt arbeiði. Ein abbasonur Kristians, sum eg havi gingið í skúla við, segði mær, at abbin legði stóran dent á, at menn fingu atgongd til jørð. Trøðin man hava komið teimum á Hólum væl við. Treytir vóru lagdar við, hvussu nógv skuldi verða velt. Teir brøðurnir fóru hugagóðir til verka og veltu væl meira enn ásett var. Grótið varð borað við hond og sprongt varð við krúti. Eg spurdi, hví teir brúktu krút. Svarið var, at tá brotnaði tilfarið ikki so smátt og var tí betur egnað at laða við. Av kolavegnum sæst trøðin uppi í fjallinum oman fyri býlingin í Giljum. Haldi at tað eitur Uppi á Løðum.
Summi halda, at teir vórðu niðursigldir
Á einum korti yvir burturgingin føroysk skip undir Íslandi stendur General Gordon at vera horvin vestarlaga sunnan fyri Ísland tann 29. februar. Søgur hava gingið um, at skipið skuldi vera ásiglt. Ein bretskur trolari skuldi havt siglt teir niður. Óli Jacobsen hevur skrivað rættiliga nágreiniliga um hetta. Eg dugi ikki at meta um sannleiksvirðið í hesum frásagnum. Pápi segði mær, at tað var herviligt illveður dagarnar eftir, at teir vóru farnir úr Føroyum. Stórkavi og av allar ringasta veðri. Páll Nolsøe skrivar í siglingarsøguni, at tey flestu skipini av Tvøroyri, ið vóru farin av stað stutt undan hesum veðrinum, komu inn aftur við skaða.
Omman, sum eg minnist hana
Eg var 11 ára gamal, tá ið omman Anna Maria doyði 8/1 í 1960, so eg minnist hana væl. Hon var heldur lágvaksin, ronk kona við eyðkendum vøkrum herðum. Síggi fyri mær, at hon hevði kókað lomviga til døgurða. Minnist, at hon segði við meg, tá ið hon setti á borðið: ”Et nú so dúgliga, Pól hin gavli.” Minnist eisini, at hon setti lomvigaregg á borðið til morgunmatar klokkan 10. Síggi enn fyri mær henda glaruta hvítan. Nú munnu ikki nógv lomvigaregg verða etin í Føroyum.
Havi mangan hugsað um, hvussu nógvir av hennara fórust á sjónum. Langabbi hennara Jógvan Niclasen (abbi Jógvans á Hólum, pápa hennara), sum var ættaður av Skála, druknaði bara 31 ára gamal. Pápi hennara, Jógvan á Hólum, druknaði 25. november í 1892, bara 37 ára gamal. Teir vóru á útróðri fyri vestan. Hon hevur tá verið 14 ára gomul. Skrivað er um hendingina í januar í 1893 í Føroyingatíðindum. Ein beiggja, Christian Frederik (1889-1915), misti hon í skaðagrindini í Sandvík 13. februar í 1915, tá ið 14 mans druknaðu. Mann og son misti hon við Gordon í 1924. Og sama várið, í apríl, doyðu bæði foreldrini hjá Poul. Eg havi funnið deyðsattestirnar hjá teimum á history.fo. Mamma Poul, Elsebeth Súsanna (1849 1924), sum var ættað undan Lítla Hamri í Nesi, doyði 11. apríl av hjartaslagi. Pápi Poul, Jaspur Niklái (1845-1924), doyði 8 dagar seinni av ”alderdomssvaghed”.
Jaspur Niklái, pápi Poul, kom sum ungur úr Ørðavík til familju í Nesi í Hvalba. Hann var ein av teimum, sum vórðu bjargaðir, tá ið ein bátur úr Hvalba, sum hevði verið eini ørindi á Sandi, holvdist á veg suðuraftur. Tað var í 1867. Hann var sonur Dánjal Jespersen (Dánjal lamna í Ungagarði 1805-1857) í Ørðavík. Navnið hevði Dánjal av tí, at onnur hondin var deyð. Teir høvdu sitið við einum festi har, Uppi í Stovu. Í fleiri ættarlið skiftu nøvnini á bóndunum millum Dánjal hjá Jaspuri og Jaspur hjá Dánjali. Pápi Dánjal lamna, Jaspur, doyði ungur í 1810. Páll Nolsøe skrivar, at hann gekk burtur, áðrenn hann hevði fest. Mamma Dánjal var Cathrina (Trina) Malena Thomasdóttir, sum var ættað úr Nólsoy og systir fyrru konu Nólsoyar Páls. Jaspur, sum var giftur við Trinu, var borin til garðin, men nú hann var deyður, og tveir synir hansara (Dánjal og Jaspur, sum vuksu upp í Tummasarstovu) vóru smádreingir, tók bróðir hansara Mortan Danielsen, faðir gamla Mortensen keypmann, við festinum Uppi í Stovu í 1812. Dánjal lamni bygdi húsini í Ungagarði í Ørðavík. Yngri beiggi hansara Jaspur búsettist seinni á Tvøroyri.
Langabbi mín Jógvan á Hólum
Jógvan á Hólum (1855-1892) hevði navn eftir báðum abbum sínum. Abbin í móðurætt var fyrrnevndi Jógvan Niclasen av Skála, og abbin í faðirætt var Jógvan í Beiti (1797-1868) í Trøðum á Sandi. Jógvan í Beiti var bóndasonur úr Búðini á Velbastað. Hann var húsasmiður. Skrivað er um hann í bókini ”Søga og skemt av Sandi” hjá Ólavi Clementsen sála. Fyri arbeiði, sum hann hevði gjørt við eini handilshús í Vágsbotni hjá kongliga handlinum, slapp hann at festa ein seksmarkagarð í Trøðum á Sandi. Jógvan búði í Beiti í Havn, nær við kirkjuna. Konu fann hann sær í Pæsastovu, Marianna (1788-1871) nevnd, sum sambært kirkjubókini átti eina dóttur, Anne Frederikke, við Jörgen Franz Hammershaimb, sum var seinasti løgmaður á Steig, áðrenn løgtingið varð niðurlagt í 1816. Dóttirin og V. U. Hammershaimb vóru so statt hálvsystkin. Beitisnavnið flutti við Jógvani suður á Sand. Sonur hansara Petur Pauli (1829 1917), vanliga nevndur Petur í Heygsgarði, var húskallur í Trøðum. Har var eisini ein arbeiðskona, Anna Sofía (1830-1907) ættað av Skála, sum kom fyri barn við Petur Paula. Anna Sofía fór inn á Skála at eiga sonin, sum varð doyptur á Nesi. Hon giftist síðan við einum skúvoyingi, og flutti til Skúvoyar við soninum Jógvani. Haðani flutti Jógvan til Hvalbiar, møguliga til familju hjá fosturfaðirinum. Hann gjørdist húskallur í Giljum, og har í býlinginum fann hann sær konu, Sáru Mariu Vang (1847-1938). Jógvan segðist vera av djarvastu monnum. Púra óræddur og tiltikin bjargamaður. Tey búsettust á Hólum, harav navnið Jógvan á Hólum. Tey fingu fleiri børn, men Jógvan doyði sum nevnt ungur. Sára gjørdist gomul kona.
Dánjal hjá Sáru búsettist í Grimsby
Ein sonur Sáru og Jógvans á Hólum var Daniel Jacob (1884-1965), vanliga nevndur Dánjal hjá Sáru. Hann er nevndur í siglingarsøguni. Páll Nolsøe skrivar um hann, at hann fór til skips við ”Prima Donnu” við Hanusi hjá Malenu og var nøkur ár við honum. Men eitt heystið, teir vóru í Grimsby við fiskinum, segði Hanus við hann, at hann skuldi mynstra av, og at hann skuldi hjálpa honum at sleppa við einum trolara. Skiparin man hava sæð møguleikar í honum. Dánjal ivaðist, tí hann var so ungur, men tók kortini av og varð verandi í Bretlandi. Hann fór upp á skúla, gjørdist skipari og fekk trolara at føra. Og hann fiskaði undir Føroyum. Hann giftist bretskari konu, búsettist í Grimsby og fekk fýra børn. Hann legðist uppi í 1955. Seinasti trolarin, hann førdi, æt ”Tokio”. Myndir av Dánjali og trolara, sum hann førdi, eru at finna á netinum (Facebook, Gamlar myndir úr Hvalba, Fjølmiðil, Albums, Myndir frá Nicholet).
Dánjal legði ofta inn á Hvalba at vitja mammu sína, Sáru, og systkini, ikki minst systrina Annu Mariu á Hólum, sum hevði so tungt hús. 8. juli í 1937 fylti Sára 90 ár. 10. juli í 1937 stendur ein føðingardagsheilsan til hennara í Dimmalætting. Her verður skrivað, at Sára sat eftir við 7 børnum, tað elsta 17 ár og tað yngsta bara 14 dagar, tá ið maðurin, Jógvan á Hólum, doyði. Eisini er nevnt, at sonurin Dánjal, trolaraskiparin, plagdi at vitja mammu sína 2-3 ferðir um árið við skipi sínum. Heilsanin er undirskrivað p.t. Gravelines, 24. maj 1937. J. Joensen. Hetta Gravelines er í Norðurfraklandi millum Dunkerque og Calais. Eg veit ikki, hvør hevur skrivað, um tað kann vera Daniel Jacob sjálvur? Johannes Andreas Næs segði mær einaferð, eg hitti hann í býnum, at Dánjal plagdi at ankra upp í Nesi. So fór hann raggandi, hendur aftan bak, niðan á Hólar til Annu Mariu, ofta við onkrum smátingi.
Pápi segði um pápa sín Poul, at hann var skilamaður á sjónum. Einaferð Dánjal hevði ankrað upp á Hvalba, skuldi Poul rógva hann í land. Vindurin var so nógvur, at Poul legði grót í bátin, at hann skuldi vera fastari í sjónum. So róði hann út eftir sváginum.
Pápi sigldi til 1939. Tá flutti hann til Havnar og fór at koyra lastbil hjá sváginum Jón Hansen. Hann plagdi at vera umborð hjá Dánjali, tá ið hann legði at í Havn. Eitt annað jólakvøld, tá ið pápi var í dansi, hitti hann mammubeiggjan uttan fyri Sjónleikarhúsið. Tá hevði hann lagt stilt á molanum og ætlaði sær í føroyskan dans. Hann slapp kortini ikki inn, tí hann hevði bara enskar pengar. Teir fóru so í dansin báðir, og úr dansinum fóru teir húsagongd at vitja hjá skyldfólki og kenningum. Pápi segði einaferð frá Dánjali, at hann hevði hoyrt bretskar trolaramenn í fyllskapi taka nakað soleiðis til ”at hetta skuldi ikki vera sum at trampa á knúgvarnar á føroyingunum”. Tað varð lagt út soleiðis, at tað hevði hent seg, at trolarar høvdu siglt føroysk skip niður, og at teir niðursigldu í síni neyð høvdu roynt at tikið seg upp á trolaran, men at teir vórðu trampaðir aftur í havið. Tá slapst undan øllum pappírsarbeiði, og ikki var neyðugt at bróta túr av. Tað hevur ikki verið lætt at liva við slíkari vitan aftaná.
Flogskipari hjá Royal Air Force
Einaferð í 1941, tá ið pápi var umborð hjá honum, hevði Dánjal fingið radioboð um, at hann hevði mist annan sonin. Hann var flogskipari hjá RAF og varð skotin niður á bumbuferð yvir Dortmund í Týsklandi. Johannes Andreas Næs segði mær eina ótrúliga søgu um henda sonin. Einaferð undir krígnum kom eitt f logfar lágt inn yvir Hvalba. Fólk vórðu óttafull, hildu tað vera ein týskara, men so sást, at flogfarið var bretskt. Tá ið tað fleyg uppi yvir har á leið sum Roynhøllin er nú, varð ein lutur tveittur úr flogfarinum. Fólk himpraðust at nærkast lutinum, men einaferð kom onkur so nær, at tað sást, at hetta var ein pakki til Annu Mariu á Hólum. Helst er flogskiparin komin heim og hevur sagt foreldrunum, at nú vóru boð komin um, at hann skuldi fara ein venjingartúr til Føroya. Tá hevur Dánjal sæð ein møguleika at fáa eina gávu loftvegis til systrina á Hólum.
Skifti eftirnavn
Í The London Gazette frá 21. desember í 1920, havi eg sæð, at Dánjal hjá Sáru ”. . . Daniel Jacob Joensen of 151 Alexandra-road in the county borough of Grimsby, Skipper of a Steam Trawler . . .” skiftir eftirnavn frá Joensen til Johnson við The Supreme Court frá 3. desember í 1920 at rokna. Eitt systkinabarn hevur sagt mær, at tey hjá Dánjali vitjaðu í Hvalba fyrst í 1960-árunum. Dánjal doyði 80 ára gamal í 1965.
Systkini á Hólum
Av teimum níggju systkjunum á Hólum búsettust tríggjar systrar við Neyst í Hvalba. Paulina giftist við Jóan Paula Thomsen, Svanhilda giftist við Eli Poulsen og Kristianna giftist við Jacob Midjord. Hesin, Jákup hjá Nielsi nevndur, var motorpassari á Blithsome, sum kom í havsneyð á Kappanum í 1935. Skipari var Mortan í Hvannasundi. Teir vórðu bjargaðir umborð á Coraliu, har Kaj, sonur Mortan, var skipari.
Tríggir brøður búðu á Hólum. Høgnar giftist við Kristinu Norðberg og bygdi á Hólum, og brøðurnir Jaspur og Martin, sum vóru ógiftir, búðu í barnaheiminum.
Trý systkin búsettust í Havn. Sanna giftist við Heina hjá Carl F. Tey búðu har, sum Steinatún er í dag. Húsini standa enn. Signhild giftist við Jón Hansen, Jón hjá Gynnu. Tey búðu í Lítlu Tvørgøtu. Pápi varð giftur við Jóhonnu Katrinu úr Miðvági (1918-2017), sum vaks upp við Kirkjar. Tey bygdu úti í Grønlandi.
Nú eg nevndi Gynnu (Guðrún Jónsdóttir Hansen, 1867-1957), sum var íslendsk, komi eg at hugsa um, at eg havi eitt kámt minni um hana. Hon var ein lítil nett kona, svartklødd. Minnist hana, har hon sat á beinkinum hjá Jón. Minnist eisini, at Tróndur systkinabarnið royndi at purra upp undir hana. ”Kom nú, omma”, segði hann, ”fortel okkum nú um handa túrin”. Her varð sipað til, at Gynna var við Vaagen tann minniliga túrin úr Íslandi til Føroya í 1888. Men hann vildi hon ikki gretta orð um.
Eg meini tað! Tá tú minnist fólk, sum vóru við Vaagen, ert tú ikki heilt ungur longur.
Tað hevur ikki eydnast at finna eina mynd av General Gordon. Myndin er av málninginum ”Skipini fara”, sum Sámal Joensen-Mikines hevur málað.
At enda skal eg bara undirstrika, at tað er ógvuliga skjótt at fara skeivur av hesum ymsu keldunum. Eg vóni kortini, at hetta, sum her er nevnt, er á einari leið.
25. februar í 2024
Pól Jespersen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo