Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Visit Tórshavn: Hóskvøldið 24. mars skipa Hugskotið og Visit Tórshavn fyri einum kveikjandi tiltaki fyri ferðavinnuveitarar.

Ferðavinnan hevur verið í einum aldudali seinastu tvey árini, men nú er heimurin aftur opin – og stundin komin at hyggja at ferðavinnuveitingunum við nýggjum eygum.

Tiltakið er fyri aktørar í ferðavinnunini – bæði tey royndu og óroyndu. Yvirskipaða evnið er, hvussu ferðavinnuveitarar við lítlum broytingum kunnu skapa stórar batar í síni fyritøku – tænastustøðið hækkar samstundis sum fyritøkan gerst fíggjarliga burðardygg.

Margrete Bak, sum hevur drúgvar royndir við íverksetan og ferðavinnu, kemur at leiða verkstovuna. Hennara fokus er á íverksataranum og fyritøkuni. Á arbeiðslívinum og inntøkuni.

Tiltakið verður á Panorama hóskvøldið 24. mars frá kl. 19 til 22. Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding er neyðug á torsinfo(at)torshavn.fo. Viðmerkið gjarna, hvørjari fyritøku tit koma frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo