Í apríl er árið so ungt enn, at tað bæði grætur og lær hjartaliga
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Johan Dahl løgtingsmanni viðvíkjandi hvørt skjøtul skal setast á vinnuliga menning av sjófeingi Føroya, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivligt eftir TS § 53, stk. 3) Løgtingsmál SS-007/2023.

Spurningar:
1. Hvørjar visjónir og framtíðarætlanir hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fyri vinnuligari menning av sjófeingi Føroya - fyriliggur ein ítøkilig heildarætlan?

2. Hevur landsstýrismaðurin tikið málið um skeljaaling upp við P/F Fiskaaling um at gera fyrstu grundleggjandi kanningarnar av einum møguligum skeljaøki?
- Um ja, nær verða kanningarnar lidnar?
- Um nei, hví er málið ikki tikið upp við Fiskaaling, og nær verða hesar kanningar gjørdar?

3. Hevur landsstýrismaðurin sett serfrøðingabólk at kanna, hvørt havbit av laksi kann gerast ein vinnuvegur í Føroyum?
- Um ja, nær verða kanningarnar lidnar?
- Um nei, hví er serfrøðingabólkurin ikki settur, og nær verður hann settur?

4. Hvørjar ítøkiligar politiskar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við Havlívfrøðiligu Royndarstøðini hjá P/F Fiskaaling í Nesvík innan gransking í t.d. toski og kalvi, og gera royndir við yngli?

5. Hvørjar ítøkiligar politiskar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við alistøðini hjá P/F Fiskaaling við Áir, eitt nú innan lívfiskaarbeiðið at menna havbit av laksi?

Svar
Spurningur nr. 1

Visjónirnar fyri at menna sjófeingi Føroya eru týðandi hjá landsstýrinum, og samstarv er millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið um at gera tær ítøkiligar við denti á at menna Føroyar og alt okkara infrakervi sum matvøruframleiðandi tjóð, at tryggja javnari kappingartreytir, nýskapan, virðisøking, burðardygd, matsjálvbjargni og góðsku í øllum liðum og virksemi av okkara ómetaliga ríkidømi í sjónum.

Viðvíkjandi alivinnuni er visjónin, at lívfrøðiliga burðardygdin skal standa fremst, og at vinnulig, sosial og búskaparlig burðardygd skulu byggjast treytaleyst á lívfrøðiligu burðardygdina.

Í tí sambandi havi eg ætlanir um, at vit frameftir skulu gera munandi meira við at granska ta ávirkan, sum føroyska laksaalingin – ein sera stórur monokulturur á lutfalsliga smáu føroysku firðunum – hevur á kringliggjandi vistfrøðina og tað lív, sum natúrliga eigur at vera á firðunum, í fjøru, í áum og umhvørvi. Og at gera átøk, ið kunnu endurbøta árin á umhvørvið og margfeldið í náttúruni. Hetta eigur at gerast í samstarvi við eitt nú Føroya Sílaveiðifelag og teirra stóra sjálvbodna arbeiði, við kommunur og aðrar stovnar og partar, ið varða av.

Í hesum sambandi er ætlanin eisini, saman við fiskiveiðimyndugleikunum, at fara undir at granska sambandið millum laksaalingina og støðuna hjá fiskastovnum undir Føroyum. Nógv verður t.d. sagt um sambandið millum vánaligu støðuna hjá upsastovninum og laksaaling, men uttan at tað er kjølfest í gransking í sambandinum millum hesi bæði.

Karmarnir fyri alivinnuna eru lagdir í løgtingslógini um aling, ið varð broytt í 2018, sí løgtingsmál 077/2017. Tá varð ásett, at “Løgtingslógin hevur til endamáls innanfyri lívfrøðiliga burðardyggar karmar, herundir við atliti til djórasjúkur og umhvørvi, at fremja lønsemi og kappingarføri í alivinnuni.” Talan er um eitt samrunnið endamál, soleiðis at skilja, at lønsemi og kappingarføri – og í hesum helst eisini vøkstur – eru treytað av kravinum um burðardygd, m.a. viðvíkjandi djórasjúku og umhvørvisatlitum.

Innanfyri hesar karmarnar er tað mín uppgáva støðugt at virka fyri at skapa vinnuni góðar og tryggar karmar at virka undir. Tað er tí neyðugt áhaldandi at dagføra og tillaga galdandi lóggávu og kunngerðir, umframt at gera nýggjar reglur.

Í alifrágreiðingini, sum varð løgd fyri Løgtingið í 17. februar 2021, varð víst á ymisk átøk og ætlanir, sum arbeitt varð við. Nøkur av hesum málunum eru síðani avgreidd, meðan onnur framvegis eru á skrá. Eitt nú er broyting í rakstrarkunngerðini júst lýst, sum í serligum førum loyvir flyting millum firðir og styttri brakklegging av aliøkjum. Hetta fer at geva alivinnuni møguleikar fyri varisliga at vaksa, betra um raksturin og lønsemið, og verður gjørt nú, tí fakmyndugleikarnir meta, at hetta er ráðiligt við atliti til burðardyggan rakstur.

Hinvegin stendur arbeiðið at tryggja vinnuni karmar at fara til havs at ala laks framvegis fyri framman.

Ávísur áhugi er fyri at menna aðrar partar av sjófeinginum.

Øki til taraaling vórðu boðin út fyri nøkrum árum síðani, og vøksturin í teirri vinnuni ger, at tað helst verður neyðugt at víðka um ella lata fleiri øki til taraaling.

Arbeiðið, sum Ocean Rainforest higartil hevur gjørt, er eitt slag av undangonguarbeiði innan taraaling, sum fær stóran ans úti í heimi. Hetta sæst aftur í áhuganum hjá útlendskum íleggjarum, bæði fyri sjálvari fyritøkuni og verkætlanum, sum fyritøkan stendur fyri. Eftir øllum at døma letur tað seg gera at ala laks og tara í nánd av hvørjum øðrum.

Í so máta er havbit helst eitt sindur meira avbjóðandi. Frágreiðingin “Havbit við atlantshavslaksi”, sí svarið til spurning 3, vísir m.a. á vandan fyri, at ferðandi laksur kann bera smittu við sær, ið kann ávirka føroysku laksaalingina, sum nú er vorðin sera stórur og týðandi partur av føroyska samfelagsbúskapinum. Eingin støða er tikin til at fara undir havbit við laksi, men um hetta skal gerast, er ein møguleiki at byrja varisliga, t.d. við at økja nakað um ta útseting, sum Føroya Sílaveiðifelag stendur fyri.

Skeljaaling má eisini metast sum avbjóðandi. Skeljar kunnu vera vandamikil matvøra, um ikki rætt verður borið at. Tí eru eisini strangar reglur galdandi, t.d. um skeljar skulu flytast inn á ES-marknaðin. Alilógin loyvir aling av skeljum, og ætlanin er at fara undir eina varisliga byrjan av skeljaaling; t.d. soleiðis, at ein fjørður verður settur av til skeljaaling at byrja við, sí svarið til spurning 2.

Spurningur nr. 2
Í sambandi við at ætlanir vóru um at bjóða Kaldbaksfjørð út sum kræklingafjørð, gjørdi P/F Fiskaaling í juni 2022 eina frágreiðing. Í frágreiðingini vórðu neyðugu viðurskiftini á fjørðinum lýst.

Sum skilst er nú komið hartil, at økið kann verða boðið út sum kræklingaøki.

Spurningur nr. 3
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum setti í februar 2021 ein serfrøðingabólk at kanna møguleikan fyri vinnuligum havbiti av laksi í Føroyum. Arbeiðið varð liðugt um ársskiftið 2021/2022.

Frágreiðingin “Havbit við atlantshavslaksi” kann lesast á heimasíðuni hjá uttanríkis- og vinnumálaráðnum – leinkja: https://www.uvmr.fo/fo/kunning/fragreidingar-og-alit?page=3

Spurningur nr. 4
Royndarstøðin hjá P/F Fiskaaling í Nesvík varð sett til sølu fyri summarfrítíðina 2022. Støðin er seld Kirkjuligu Heimamissiónini, og verður frameftir partur av virkseminum, sum Kirkjuliga Heimamissiónin rekur í Nesvík. Aliloyvið, sum hoyrdi til royndarstøðina, tekur alimyndugleikin aftur.

Spurningur nr. 5
Upprunaliga var uppgávan hjá Fiskaaling at standa fyri kynbótaarbeiði við laksi og sílum, og at arbeiða við at menna kalva, tosk og onnur nýggj fiskasløg til alivinnuna, og endamálið í samsvari við uppgávuna.

Í 2009 varð endamálsorðingin fyri Fiskaaling broytt og gransking bleiv ein týðandi partur av virkseminum hjá P/F Fiskaaling. Í 2016 varð rognaframleiðslan niðurløgd og avgjørt varð at hugsavna virksemið hjá P/F Fiskaaling um gransking, menning, ráðgeving og tænastur. P/F Fiskaaling brúkar partar av alistøðini við Áir, meðan partar av støðini við Áir í nøkur ár eru útleigaðir til P/F Bakkafrost í sambandi við verkætlanina um at menna ta føroysku laksastammuna.

Tað er ikki tikin støða til, hvat skal henda við alistøðini, tá ið verandi leigumál ganga út.

Ætlanin er ikki, at landsstýrið ella P/F Fiskaaling skulu fara undir lívfiskaarbeiði. Hinvegin kann gerast talan um, at landsstýrið skapar karmar fyri, at onnur, eitt nú Føroya Sílaveiðifelag, kunnu fara undir avmarkað lívfiskaarbeiði, t.d. í sambandi við havbit av laksi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 8. desember 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo