Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Kim Hansen, Umboðsráðslimur í “Betri” (Ognarfelag Tryggingartakaranna), hevur í gjár áhugaverda grein um Limakrónurnar.

Vil mæla til at tit lesa greinina og gera tykkara egnu meting - trýst her

Betri er eitt sínámillum felag - Kim kemur eisini inn á grundleggjandi tankan við sínámillum feløgum.

Útlutan av limakrónum
Lutanin av limakrónum fer í stóran mun til tryggingartakarar við stórum váða og harvið stórum skaða-endurgjaldið, hetta eru alt vinnukundar.

Somu vinukundar verða mettir  minst 10 ferð hægri enn vanligi Palleba-kundin, tá talan er um atkvøðurætt til Umboðsráðið.

Tá Limakrónurnar vóru samtyktar, vísti eg á hesi viðurskifti, eg skeyt upp, at man, um ikki annað, tók hædd fyri skaðaprosentinum hjá einstaka tryggingartakaranum, í samband við útgjald – soleiðis bleiv ikki.

Gerið felagi demokratiskt
Feløg, sum Betri, vera kallað demokratisk, tá skipanin er bygd á EIN tryggingartakari EINA atkvøðu.

Felagið kann kanska kallast “Seudo” demokratiskt – tað er ikki nøktandi.

Henda skeiv støða, ger felagið veikari í mun til ágang frá yvirtøku-hugaðum snilligum – sjalvsøknum kræddarum.

Upplegg til kvettroynd var snikkað til fyri nøkrum árum síðan.

Andrass Skaalum,
Fyrrverandi umboðsráðslimur.
23. maj 2025

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #