Stórsligin náttúra og lundar lokkaðu høvundin av ferðagreinini „Faroe from the madding crowds“ til Føroya. Men bretskt te, keks og sjokuláta í handlunum gjørdu, at oyggjarnar kendust óvæntað heimligar.
Greinin lýsir sporini eftir bretsku hersetingina undir seinna heimsbardaga og vitjan á Krígssavninum.
Føroyskur matur fær eisini umrøðu. Høvundurin heldur tó, at siðbundnu rættirnir eru torførir at finna uttan í heimablídni, meðan sushi og pizza hava vunnið frama.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



