Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Hvat er tað við føroyingum, sum nærum eru teir einastu í framkomna partinum av Europa sum fáa nóg nógv børn, spyr The Telegraph í grein nú her um ársskiftið.

Ímeðan fallandi burðartøl og dýr barnaansing eru um at blíva ein hóttan í fleiri londum í Europa, so hava føroyingar valt eina heilt aðra kós.

- Á Eiði fingu foreldur ein ókeypis barnaansingarmánað í jólagávu frá kommununi, skrivar Eir Nolsøe, journalistur hjá The Telegraph, sum eisini hevur tosað við Rógva Egilstoft, borgarstjóra.

- Tað gongur so mikið væl her á Eiði, vit hava nóg nógv í kommunukassanum, so tí valdu vit at gera hetta, sigur borgarstjórin við bretska miðilin.

Í greinini kemur fram, at stóri stuðulin frá tí almenna til barnaansingina ger, at hon í Føroyum er so lutfalsliga bílig.

- Í Bretlandi er prísurin á barnaansing farin upp við 59% seinastu árini, og í dag fara útreiðslurnar til barnaansing við einum fimtingi av tí sum er eftir av inntøkuni hjá eini miðal barnafamilju, skrivar The Telegraph, og spyr, um samband kann hugsast vera ímillum hetta og tann veruleikan, at kvinnurnar í Onglandi og Wales nú bert fáa 1,61 børn í part, sum er nærum tað minsta síðani 1938.

2,1 barn er kravið
Er støðan ring í Bretlandi, so er hon enn verri í nógvum av londunum í Europa, sum vanliga verða kallað framkomin. Í Fraklandi er burðartalið 1,8 og í Spania er tað heilt niðri á 1,2 børn fyri hvørja kvinnu.

Um fólkatalið ikki skal minka er kravið, at miðaltalið á børnum sum verða fødd fyri hvørja kvinnu í landinum er 2,1. Føroyingar hava síðani fyrst í 90unum fingið ímillum 2,3 og 2,6 børn fyri hvørja kvinnu.

Sjálvt í londum, sum kunnu samanberast við Føroyar, er skilið vánaligt. Soleiðis fáa hetlendingar 1,6 børn fyri hvørja kvinnu, í Orknoyggjum er talið 1,4 og í Álandi 1,7.

- Høg burðartøl verða vanliga sett í samband við lítið framkomin lond, men Føroyar hava størri BTÚ fyri hvønn íbúgva enn til dømis Ísland og Danmark og sera lágt arbeiðsloysi.

- Hvat er tað, sum føroyingar duga, og er kanska okkurt londini við lágum burðartølum kunnu læra, spyr The Telegraph.

Vælegnaðar til barnafamiljur
Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur og fyrrverandi heilsumálaráðharri vísir á fleiri viðurskifti, sum hann heldur gera Føroyar væl egnaðar til barnafamiljur.

- At Føroyar eru eitt lítið land við góðum infrastrukturi hjálpir væl. Tað er skjótt at koma frá A til B. Harnæst eru føroysku familjubondini sera sterk. Og í triðja lagi eru føroyskir arbeiðsgevarar samanumtikið sera lagaligir mótvegis foreldrum sum noyðast at vera burturfrá arbeiði, um tey til dømis hava sjúk børn, vísir samfelagsfrøðingurin á.

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, minnir tó á, at enn er ikki komið á mál, tí kvinnur, sum velja karrieru fram um familju oftani enda við at flyta av landinum, tí tær ikki kenna, at tær passa til siðbundnu føroysku virðini.

The Telegraph hevur eisini tosað við føroyskar familjur, sum greiða frá, at tær fluttu til Føroya úr útlandinum, júst vegna hesi siðbundnu, kanska serføroysku familjuvirðini.

- Arbeiðsgevarin hjá mær hevur fleiri ferðir árliga tiltøk, har børnini hjá starvsfólkunum eru vælkomin við. Tað fær meg til at vilja geva nakað afturfyri og vera fleksibul, tá arbeiðsgevarin hevur brúk fyri mær, sum ein teirra greiður frá.

Føroysku fyrimunirnir
Ímeðan føroyingar hava dugað væl at hjúkla um barnafamiljurnar við ódýrum ansingartilboðum, einari góðari barsilsskipan, sterkum familjubondum og fleksiblum arbeiðsgevarum, so er tað nakað, sum eitt nú barnafamiljurnar í Bretlandi mugu hyggja at við stórum eygum.

Gransking vísir, at í nógvum framkomnum londum fáa fólk í veruleikanum færri børn, enn tey kundu hugsa sær.

Joanne Ellison, sum granskar í fertiliteti í Stórabretlandi, sigur við The Telegraph, at barnakekkar og líknandi ikki er nøkur verulig og varðandi hjálp.

- Myndugleikarnir tykjast ofta leggja fótonglar fyri barnafamiljurnar heldur enn at fremja átøk sum veruliga gera mun, uttan at blanda seg uppí, hvussu fólk liva, sigur hon.

- Mangt bendir á, at tað er hetta, sum føroyingar hava dugað, samstundis sum tann veruleikin, at landið er passaliga lítið eisini hevur gjørt sítt, er niðurstøðan hjá The Telegraph.

Hans Pauli Strøm fær seinastu orðini, har hann staðfestir, at í Føroyum er tað ongin kollvelting fyri familjuna, tá børn koma í verðina.

- Lívið steðgar ikki upp. Tú kanst nærum halda fram at liva sum áður, sjálvt um tú nú eisini skalt uppæla børnini, sigur hann.

Kelda: The Telegraph

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo