Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Føroyar eru bara fyrimyndin, saman finna tey loysnir, har búgva 75 tjóðskapir og har er ongin kriminalitetur av týdningi, nakað so sigur skotski tjóðartingslimurin Ronnie Cowan, í einum lesarabrævi, hann hevur sent fleiri skotskum miðlum, teirra millum The National.

Hann hevur eins og aðrir verið á vitjan í Føroyum nýliga, har serliga tunlarnir og undirstøðukervið annars høvdu áhuga.

- Føroyingar hava ein "hetta duga vit" hugburð, kanska tí teir noyðast, tí ongin annar loysir avbjóðingarnar fyri teir. Teir hava eina sterka ábyrgdarkenslu, sigur Ronnie Cowan, sum umboðar skotska tjóðskaparflokkin, SNP.

Hann hevur fingið ta fatan av føroyingum, at hóast teir í veruleikanum búgva í einum útjaðara, so síggja teir heldur seg sjálvar sum heimsins miðdepil og liva og arbeiða sambært tí.

- Eins og øll onnur lond hava Føroyar eisini sítt at dragast við. Men føroyingarnir hava bæði evni og vilja sjálvir at finna loysnirnar. 

- Vit eiga at líta til Føroyar eftir íblástri, nú vit leita eftir okkara samleika sum eitt burðardygt, umhvørvisvinarligt, framsøki og trygt Skotland í 21. øld, sigur skotski tingmaðurin millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo