Rættarlig samkensla við tí seka er svik móti tí óseka
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í valskránni hjá Javnarflokkinum verður staðfest, at ein bústaður eigur at vera eitt heim og ikki ein vøra. Soleiðis at skilja, at ein bústaður ikki bara er at rokna sum ein íløga, vit skulu vinna pening uppá, men eitt veruligt heim, sum tryggur karmur um familjuna.

Nú meira enn nakrantíð er stundin komin at gera broytingar. Við Javnaðarflokkinum við róðrið í Tórshavnar býráð og vónandi eisini í løgtinginum eftir nýggjár, so eigur eitt tað fyrsta málið at vera at geva kommununum heimild at byggja bústaðir.

Hetta hevur ikki borið til frammanundan. Kommunan hevur bert heimild at vera við til at byggja eldra- og lestraríbúðir. Men skulu vit nøkta tørvin er avgerandi, at kommunan fær heimild saman við felagnum Bústaðir at bygja fjølbroyttar íbúðir til øll.

Bústaður er ein sjálvsagdur rættur, og vit skulu stremba eftir einum fjølbroyttum bústaðarmynstri í Føroyum, leigubústaðir, lutaíbúðir, íbúðir til lesandi, bústaðir til fólk við serligum tørvi, eldraíbúðir og eldrasambýli, eigaraíbúðir og sethús kring alt landið.

Tørvurin er nógv størstur í høvuðsstaðnum, her tað nú búgva 42,5% av fólkinum. Vit mugu tí gera átøk fyri at fáa fleiri bíligar leiguíbúðir til vega beinanvegin. Vit mugu ikki fáa eitt samfelag við stórum økjum, har bara fólk við høgum inntøkum búgva, tí láglønt og enntá miðallønt ikki hava ráð til at keypa ella leiga har.

Bústaðir er ein lyklaleikari í hesum arbeiðinum. Bústaðir skal ikki rekast sum
eitt partafelag, og tað skal vera munur á almennum og privatum bústaðafeløgum.

Javnaðarflokkurin vil geva kommunum og Bústøðum heimild til at stovna
almannagagnlig bústaðafeløg, sum skulu tryggja lægri húsaleigu kring alt landið. Eisini skulu møguleikarnir at gera lutaíbúðarfeløg betrast.

Arbeiðið byrjar við at geva kommununum hesa heimild eftir valið.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo