Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ungur nemur, gamal fremur - soleiðis ljóðar orðatakið. 

Sambært Hagstovuni er hetta enn ein sannroynd á Føroya landi, og tí hava Føroyar samanborið við fólkatalið framvegis størsta vinnutíttleika millum eldri borgarar, (t.e. persónar, sum framvegis arbeiða og eru partur av arbeiðsfjøldini).

Í aldursbólkinum 65-69 ár eru Føroyar, sambært Hagstovuni, í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70%. Til samanberingar telist vinnutíttleikin í sama aldursbólki bert millum 10-15% í flestu EU-londunum.

Tó lækkar hetta talið munnandi eftir pensjónsaldur, tí millum tey 70-74 ára gomlu er talið uml. 30%, sum kortini er væl omanfyri flestu EU-lond, ið liggja undir 10% fyri sama aldursbólk.

Men tað er ikki bara á pappírinum, at hesin bólkur skarar framúr.

Hetta eru fús fólk, sum í arbeiðslívinum máttu liva við hægri skatti, longri arbeiðsviku og uttan barsilsskipan, arbeiðsloysisskipan o.s.fr.

Í dag fara menn í barsil við almennari løn. Fyrr máttu teir nú gomlu knassarnir oftast upp í tíð fyri at breyðføða familjuna.

Skulu hesi revsast við mótrokning av eini pensjón, sum er teimum meir enn væl unt eftir eitt langt og drúgt arbeiðslív.

Mítt svar er nei. Lat tey gomlu fremja.

Men skal orðatakið vera galdandi frameftir, mugu tey, sum á pappírinum kunnu kalla seg “pensjonist”, framhaldandi sleppa til verka. 

Í verandi løtu (endur)rinda pensjonistar dupultan tíggjund (20%) til landið fyri hvørja krónu, tey forvinna omanfyri 45.000 kr.

Hækka hámarkið til 90.000 kr.
Við at hækka hámarkið upp til 90.000 kr. fær pensjonistur, sum eisini fær dupultskattað útgjald frá samhaldsfasta, millum 200 kr. – 800 kr. meira í pensjón at liva fyri hvønn mánaða eftir skatt, heilsutrygd og kringvarpgjald.

Mánaðarliga meirinntøkan er størst hjá teimum pensjonistum sum eru føddir eftir 31. des. 1952, tí verða hesi móttroknað bæði í grundupphæddini [skattafrí] og í skattskyldugu viðbótini.

Samlað høvdu allir pensjonistar merkt ein øktan vinning fyri hvørja tjenta krónu, tí mótrokningin virkar sum ein øktur marginalskattur. Hevur ein pensjónistur inntøku, rindar hann skatt av inntøkuni, men harumframt missir hann eisini ein part av pensjónini.

Hetta arbeiðseggjandi átak hevði givið fleiri pengar um hendi umgangandi, og er ein kærkomin hjálp at standa ímóti innflatiónini og hækkandi prísstøði, nú Samgongan við Javnarðarflokkinum á odda ikki hevur havt stundir at definera, hvat orðið neyðsendarvørur merkir.

Skal javnaðarflokkurin gera sær nakrar vónir um at stytta arbeiðsvikuna, er neyðugt við fleiri hondum, um hvør hond sær bert skal arbeiða hálva tíð.

Tølini vísa greitt, at pensjonistarnir heldur vilja slítast niður á arbeiðsmarknaðinum enn at rusta upp á ellisheimunum.

Grímur Sundstein,
Varamaður fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo