"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Giktarsjúklingar í Føroyum

Spurningar:
1. Hvussu nógvir giktarsjúklingar eru í Føroyum, og hvussu er lutfallið millum giktarsjúklingar í Føroyum og Danmark?

2. Hví fáa giktarsjúklingar ikki biologiskan heilivág, tá biosimilærur heilivágur ikki riggar?

3. Hví er ongin reumatologur partur av visitatiónsnevndini, sum skal meta um, hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð?

Viðmerkingar:
Tað er nakað sum týður uppá, at giktarsjúklingar í Føroyum sum heild eru harðari raktir enn giktarsjúklingar í Danmark.

Giktarsjúkurnar eru áleið 200 í tali, og tað tekur tíð at finna út av, hvat hjálpir hvørjum einstøkum sjúklingi.

Staðfest er, at biologiskur heilivágur hjálpir hjá flestu giktarsjúklingum, har annar heilivágur ikki hjálpir.

Haraftrat er vandi fyri, at um sjúklingur ikki fær heilivág, ið hjálpir, so gerst viðkomandi fyritíðarpensiónistur.

Tað er óskiljandi, at hesin heilivágur, sum veruliga kann hjálpa giktarsjúklingum, verður spardur burtur. Talan er ofta um menniskju, sum eru tvungin til at liva við pínu og øðrum árinum av hesi herviligu varandi sjúku.

Ein visitatiónsnevnd er sett at meta um, hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð.

Tað løgna er, at ongin serlækni í reumatologi situr í visitatiónsnevndini, hóast tað eru serlæknar í reumatologi, ið eru best skikkaðir at meta um, hvørjir giktarsjúklingar skulu sleppa í klimaviðgerð.

Eftir fjølmiðlaumrøðuni at døma, bløðir giktarøkið og giktarsjúklingar kenna seg sleptar uppá fjall. Tí verða hesir spurningarnir settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 19. mai 2023
Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo