Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Korona farsóttin hevur verið ein meinbogi hjá ferðavinnuni, og tað sæst aftur í roknskapunum hjá vinnuni. Ein av stóru fyritøkunum er Gist & Vist samtakið, og roknskapurin har vísir eitt hall uppá 3,8 mió kr sum skal samanberast við eitt hall uppá 10,2 mió kr árið fyri.

Bruttovinningurin vaks við 20 mió kr, úr 48,4 mió kr í 2020 til 68,6 mió kr í fjør.

Starvsfólkakostnaðirnir vuksu við góðum 10 mió kr og endaðu á 52,8 mió kr.

Fíggjarstøðan er sterk og vísir eina eginogn uppá góðar 63 mió kr. Hon javnvigar við 320 mió kr og rentuberandi skuldin er góðar 200 mió kr. Skuldin kostaði 7,4 mió kr at røkja í fjør. Gjaldørið er eisini gott við yvir 30 mió kr á bók. Gist & Vist fekk 10 mió kr í Covid-19 stuðli frá tí almenna.

Leiðslan sigur seg vera meira bjartskygda um framtíðina, tó at fleiri óvissur eru, bæði í ár og næsta ár, eitt nú koronafarsóttin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo